Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Russiskur dómari skít fullur

John William Joensen

Leygarkvøldið noyddist dómari av vøllinum í fremstu Hvítarussisku deildini, tí hann gramdi seg um pínu í rygginum. Men í veruleikanum var dómarin skít fullur

Sergei Shmolik hevur vantandi dømt sín seinasta dyst í hvítarussisku landskappingini.

Leygardagin gramdi hann seg um pínu í rygginum og mátti hjálpast av vøllinum. Hetta var í endanum av dystinum millum Lokomotiv Vitebsk og Naftan Novopolotsk.
Í veruleikanum var hann skít fullur – og var hetta staðfest tá hann var sendir til kanningar á sjúkrahúsinum.

Leikarar høvdu mistanka um hetta og tey sum hjálptu dómaranum av vøllinum vóru heldur ikki í iva – sí videomyndir frá dystinum leygarkvøldið.

Hvítarussiska kappingarnevndin hevur fingið málið til viðgerðar tí Shmolik hevur annars altjóða royndir sum dómari.
Bara í ár hevur hann dømt vinardystin millum Georgia og Letland og harafturat Intertoto dystinum millum ND Gorcia og Hibernians, sum var fyri einari viku síðan.

Sí VIDEO HER