Hagtølini vísa, at virðið á russiska fiskaútflutningurin til ES-londini øktist við heili 58 prosentum í 2022 í mun til árið fyri. Í nøgdum var vøksturin 19% til nærum 200.000 tons.
ES keypir nógv meira av fiski úr Russlandi eftir innrásina í Ukraina enn áðrenn. Evropeiski fiskainnflutningurin úr Russlandi setti met í 2022. Nærum 200.000 tons av fiskavørum innfluttu ES-londini úr Russlandi í fjør. Hetta er 19% meira enn árið fyri.
Nærum 5% av tí samlaða fiskainnflutnginum hjá ES-londunum er úr Russlandi, sum telist millum størstu fiskaframleiðarar í heiminum. Holland, Pólland og Týskland vóru størstu fiskainnflytaralondini í ES
ES innflytir sostatt munandi meira av fiskavørum úr Russlandi enn áðrenn russisku innrásina í Ukraina.
Spanski marknaðurin hevur altíð havt stóran týdning fyri føroyskan fiskaútflutning. Í fjør setti spanski innflutningurin av fiskavørum úr Russlandi eisini met. Hetta sæst á grafinum niðanfyri.



