Tað er gott at verkfallið er liðugt og eg havi eina góða kenslu í kvøld, nú sjúkrarøktarfrøðingar aftur kunnu fara til arbeiðis, sigur Ruth Vang við Norðlýsið
Ruth Vang er ein fegin landsstýriskvinna í kvøld, nú vit hava hana í telefonini. Semja er millum fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Talan er um ein nýggjan trý ára sáttmála.
– Vit hava skriva undir ein trý ára sáttmála sum inniheldur lutvíst løn og lutvíst arbeiðstíðarreglur. Fyrsta árið hækkar lønin 3,84% og næsta árið hækkar lønin 4,04% umfram at nakrar viðbøtur verða justeraðar, triðja árið hækkar lønin 2,15 % umfamt nakrar nýggjar arbeiðstíðarreglur sum kosta nokso fitt, sigur Ruth Vang við Norðlýsið


