Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rútmiskt áralag

Tíðindaskriv

Hugleiðingar um tann føroyska bátin eftir Anker Eli Petersen.

Rútmiskt áralag, borð, ið lyftast eitt sindur fyri hvørt takið, og reinur kjalarvørrur eftir væl sneiddar bátar. Rennandi stavnar, hvør eftir øðrum – rykkja seg fram og skifta um leiðslu. Onkur dregur frá, annar dragnar, munurin er eitt andarhald í spreingjandi róðri. Røðir av ungfólki draga árar í synkronum stevi – sumklokkuverk ella stempul í vælsmurdum maskinum. Styrki og treysti, kappingarhugur – hugmóð og treiskni – alt, ið eyðkennir ungdómslyndið, savnað í sameindum átaki: at koma fyrstur á mál.

Føroyski tjóðarítrótturin, kappróður, er ein føgur, næstan fagurlistarlig sjón. Meðan altjóða kappróður eftirhondini hevur ment seg til eina kapping millum standardiseraði før, sum bara við einum góðum vilja minna um bátar, hevur føroyski kappróðurin hildið seg til siðbundna, føroyska bátin.

Og vakur er hann, báturin. Ikoniska sniðið, sum afturi í jarnøld kom í hæddina við alsamt størri førum – og gjørdist fortreytin fyri líka so ikonisku víkingatíðini, er skapt til havróður og sigling. Løtt og liðilig før, ið bæði kundu sigla við segli og árum, undan og ímóti, skáksigla og annars kvikliga flyta fólk og farm á havinum. Hendan sniðgevingin skapti fortreytir fyri víðkaða, norrøna sjónarringin, fyri handilssambandi og víkingaferðum í evropiska heiminum – og, ikki minst, ferðir og flyting vestur í hav.

Øldirnar komu og fóru – og her heima hjá okkum bøtti ættarlið um snið og skap, frá upprunaliga víkingabátinum til tann føroyska bátin, vit kenna í dag. Ein sera vakur bátur, lættur og skjótur, tillagaður havróðri, svikalig sund og illa atkomandi lending. Hóast borðini eru tynri enn á bátum aðrastaðnis, er hann sterkari og smidligari enn bátasløg flest. Tað var umráðandi, at báturin kundi flotast og dragast í skundi, ofta í illum sjógvi og uppgangi.

Men snið og vekt hevði eisini aðrar orsøkir. Umframt at vera sjógóður, skuldi báturin eisini vera skjótur. Føroyingar høvdu ikki sama fyrimun sum í grannalondunum, har heimafiskiskapur oftast gekk fyri seg á djúpum fjarðum. Okkara forfedrar noyddust út á opið hav eftir fiskinum. Tí galt um at hava bátar, ið vóru lættir at rógva út á fiskileið og gjøgnum streymasjógv. Útróður var dagsverk, og skjótur róður gav meira tíð við snørinum. Harafturat var eisini umráðandi at kunna rógva skjótt heim, um óveður reis úr havsbrúnni.

Korini vóru kørg hjá okkara forfedrum, og lív og vælferð lá í kjølinum. Báturin hevur altíð verið álitið, til útróður og grindarakstur, til fólka- og farmaflutning, handils- og neyðsynjarørindi – alt, ið kravdist til lívsins uppihald.

So tá ungfólk sessast við árarnar til kappróður á ólavsøku og summarstevnum annars, er tað meira enn bara kapping. Tað er hámarkið av aldargamlari mentan – ein leivd úr farnari siðvenju, sum ímerkti okkum sum tjóðbólk. Í hvørjum árataki liggur endurljóð frá skjótum, tigandi róðri, eftir lækna ella ljósmóður í ódn sum í logn. Gleðin og vónin í grindaróðri – óttin á ferð undan myrknandi skýggjum – fragdin í kappróðri heim av ríkum grunnum.

Kappróður er snøgt sagt ein munandi partur av føroyska samleikanum, og tað er tí sera hóskandi, at kappingarhámarkið stendur á okkara tjóðarhátíð.

Góða ólavsøku!