Myndafrásøgn: Sigrid Bjartalíð av Viðareiði er ein av Rynkeby-súkklarunum, sum hevur framt bragdið í ár. Í kvøld varð hon tikin á bóli, tá ið ein herur av fólki tók í móti henni í heimi hennara. – Tað var so stórt, at hon umhugsar ein túr afturat; men enn hevur hon ikki tikið støðu.

Tað var ikki frítt, at tað trillaðu nøkur tár í túninum á Hoygarðsvegi á Viðareiði í kvøld, tá ið Sigrid kom heim eftir hennara drúgvasta súkklutúr í lívinum. Hon hevur súkklað, saman við øðrum, 1426 kilometrar úr Føroyum og allan vegin til býarinnar bý, París. – Tað er eitt bragd.
Og tá ið familja, vinir og kenningar stóðu í túninum, var tað eitt sindur ringt at bara sær. Eftir hetta var drekkamuður at fáa við nógvum góðum.
Sigrid Bjartalíð sigur, at hon umhugsar at fara ein túr afturat, men enn hevur hon ikki tikið endaliga støðu. Nú skal hon líka njóta løtuna.
Norðlýsið ynskir Sigrid og øllum øðrum Rynkeby-súkklarum tillukku við bragdinum.
Sjá myndir niðanfyri: