Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sabala bankar uppá til byrjunaruppstillingina hjá KÍ

Jákup Ósá

Seks mál í 149 minuttir eru hagtølini hjá Valeris Sabala.

Fyrrverandi landsliðsleikarin hjá Lettlandi spældi í kvøld fyri aðru ferð á næstbesta liðnum hjá KÍ fyri at fáa dystarvenjing. Og staðfestast má, at hann helst er ov góður til næstbestu deildina. Tí í 149 minuttum hevur hann skorað seks mál sum er 25 minuttir pr. mál.

KÍ vann 7-1 móti NSÍ í kvøld, har Sabala skoraði fimm mál. KÍ liggur á 4. plássi í 1.deild.