Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sætti hvør ferðaseðil er ókeypis

John William Joensen

FaroeJet gongur enn eina ferð á odda, tá tað ræður um at veita ferðandi góða tænastu á flogleiðini millum Føroyar og Danmark.

Við nýggju Sóljuskipanini hjá FaroeJet fáa ferðafólk sætta hvønn ferðaseðil ókeypis, og tað er munandi betri avsláttur, enn ferðandi føroyingar eru vanir við.
Ferðandi, ið ferðast loftvegis millum Føroyar og Danmark, fáa nú ein veruligan møguleika at ogna sær munagóðan avsláttur. FaroeJet setur í dag í verk eina nýggja avsláttarskipan, Sóljuskipanina, sum uttan samanbering er tann besta í landinum.

Við Sóljuskipanini hava ferðandi á farleiðini millum Føroyar og Danmark høvi at fáa sætta hvønn ferðaseðil ókeypis. Ein sólja fæst fyri hvørja ferð, tú ferðast við FaroeJet, og fimm sóljur geva ein ókeypis ferðaseðil. Tað einasta, hin ferðandi rindar, eru ferðaavgjøldini.

Sóljuskipanin gevur sostatt ein munandi betri avsláttur, enn vit í dag eru von við í Føroyum.

-FaroeJet gongur á odda, tá tað ræður um at veita føroyingum góða tænastu. Við okkara skipan hava fólk veruligan møguleika at avslátturin, ið verður lovaður teimum – eisini tey, sum ikki ferðast so ofta, sigur Jóhan E. Simonsen, stjóri í FaroeJet.

Eitt sermerki við skipanini hjá FaroeJet er, at hon fevnir breitt. Ert tú frammanundan limur í aðrari líknandi føroyskari avsláttarskipan, kann tann uppspardi avslátturin eisini brúkast hjá FaroeJet. 

Á henda hátt fæst mesti fleksibiliteturin burturúr fyri tey ferðandi.

Sóljuskipanin er ein av fleiri fyrimunum, ið FaroeJet bjóðar ferðandi. Umframt góðu sóljuskipanina, ið nú kemur, kunnu ferðandi við FaroeJet t.d. eisini ókeypis koma til og frá flogvøllinum í Vágum við bussum og skipum hjá Strandfaraskipum Landins.

-Ferðandi hava tikið møguleikan at ferðast ókeypis við Strandferðsluni til sín, og vit vóna, at sama verður við teirri nýggju og góðu Sóljuskipanini, sigur Jóhan E. Simonsen, stjóri.