Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sætti KÍ dysturin á rað uttan tap móti B36

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

(Dystarfrásøgn) KÍ fekk eitt gottstig í Gundadali móti B36 seinnapartin í einum dysti, har liðiniáttu hvør sín hálvleik.

KÍ spældi í eini 3-4-3 leikskipan.Kristian Joensen, Ahmed Mujdragic og Atli Danielsen vóru nýggir íuppstillingini fyri Meinhardt Joensen, Jákup B. Andreasen (leikbann)og Albert Adu. Á miðvøllinum byrjaði Atli Danielsen sín fyrstalandskappingardyst í eitt knapt ár og hann kom heilt væl fráuppgávuni sum tann verjukendi á miðvøllinum. B36 var í sterkastu 4-2-3-1 uppstilling burtursæð frá vinstra bakkinum, har bæði Gestur B.Dam og Alex Mellemgaard manglaðu.

KÍ stýrdi fyrra hálvleiki

Fyrstu løtuna av dystinum fekk javntá, men sum fráleið tók KÍ yvir. KÍ leikararnir løgdu meirafyri, vunnu nærdystirnar og stýrdu dystinum. Tað knípti tó viðat skapa stórar møguleikar, men beint áðrenn hálvleik fekk SemirHadzibulic, ið av Bláu Bylgjuni var valdur til dagsins leikaraefftir dystin, pláss at skjóta langskot og hann rakti hannperfekt. 1-0 til KÍ í hálvleikinum, sum eisini var í tráð viðleikgongdina, hóast B36 hevði ein stóran møguleika, tá PatrikJohannesen skeyt beint viðsíðuna av.

B36 trýsti í undanvindinum

B36 venjarin, Jákup á Borg, hevurhelst tosað við stórum bókstavum í hálvleikinum. B36 liðiðreisti seg og legði meira fyri í nærdystum. Meðan KÍ hevðiundanvind í fyrra hálvleiki, so hevði B36 undanvind í seinnahálvleiki og kanska spældi vindurin meira inn enn ein kundi hugsa ískýlinum. B36 hevði bóltin størsta partin av seinna hálvleiki,har KÍ hevði trupult við at fáa hildið bóltin á liðnum. Í68. minutti javnaði B36 uppá brotsspark. Róaldur Jakobsen vartryggur frá 11 metrum. Eftir hetta javnaði dysturin seg nakað útog KÍ fekk tveir stórar møguleikar síðsta partin av dystinum.Ahmed Mujdragic skallaði gott hornasparksinnlegg frá Dion Splidtuppum frá góðari støðu og Albert Adu fekk gott skot á inni ífeltinum, men bólturin fór beint viðsíðuna av. Í hinum endanumhevði Philip Lund besta møguleikan, men royndin fór beintviðsíðunar av.

Rættvíst úrslit

Sæð yvir allan dystin var 1-1javnleikurin eitt rættvíst úrslit. Bæði liðini høvdu 2-3 góðarmøguleikar afturat málunum og áttu leikligu yvirvágina íhálvleikinum, tá tey høvdu undanvind. Soleiðis sum dysturinháttaði seg, so vóru bæði liðini helst hampiliga nøgd viðeina stigið. KÍ fekk stig á útivølli móti einum av bestuliðunum á pappírinum í deildini, meðan B36 kom aftur eftir athava verið aftanfyri. Tað merkir, at bæði KÍ og B36 hava spælttveir javnleikir undan landsliðssteðginum. KÍ kann fegnast um, atliðið hevur takið á B36 fyri tíðina. Tí hetta var sættidysturin á rað uttan tap móti B36 og ein slík gongd hevur ikkiverið vanlig í nýggjari tíð.