HB hevur veruliga spílað seg út í ár eftir at hópurin í vetur misti fleiri royndar leikarar.
HB boðar í dag frá, at felagið hevur fingið enn ein nýggjan leikara í hópin. Sætti nýggi leikarin í hópinum er Ári M. Jónsson, sum er uppaldur í HB, men sum seinnu árini hevur spælt við Silkeborg. Hann hevur eisini verið partur av A-landsliðnum áður. Sostatt hevur HB fingið tilgongd av seks leikarum, har fýra av teimum antin eru ella hava verið partur av A-landsliðnum ella U21 landsliðnum.
Fakta um útskiftingarnar í HB hópinum í vetur:
Tilgongd:
Tróndur Jensen(fyrrverandi U21 landsliðsleikari)
Jákup F. Hansen(Núverandi U21 landsliðsleikari)
Niklas Thomsen
Magnus Egilsson (núverandi U21 landsliðsleikari)
Símin Hansen
Ári M. Jónsson (U21 landsliðsleikari og fyrrverandi A-landsliðsleikari)
Frágongd: Alex dos Santos, Rógvi S. Holm, Fróði Benjaminsen, Andrew av Fløtum og Gunnar Haraldsen




