Í gjár var FM-kappróður í Miðvági.
Nýggi báturin hjá KRF, Sævarmoy, vann greiðan sigur hjá 5-mannaførum við dreingjum. Hetta var fyrsti sigurin hjá manningini í ár og hetta staðfesti kanska eisini týdningin av einum løttum báti, tí við nýggja bátinum hesar báðar síðstu stevnurnar hevur Sævarmoy verið sjónligari í oddinum. Við tað at Fípan Fagra, sum endaði á greiðum 2. plássi, var frammanfyri Heyk, so verður ólavsøkan avgerandi fyri, hvør vinnur FM. Tann sum endar frammanfyri av Heyki ella Fípuni Føgru vinnur FM, so tað fær ikki verið meira spennandi.
Hjá 8-mannaførum vann Nevið Reyða enn einaferð ein sannførandi sigur. Nevið Reyða hevur fult stigatal og er longu føroyameistari.
Tveir aðrir bátar úr Norðoyggjum fingu heiðursmerkir. Fípan Fagra við barnaróðri gentum fekk silvur, og tað sama fekk 6-mannafarið Sundabáturin.


