Harleywoodpaint
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Safir ásigldur við bryggju

John William Joensen

Óhappið hendið tá trolbáturin Varðin skuldi loysa frá bryggju um níggju tíðina í morgun

Eftir tí Norðlýsið hevur fingið uppspurt, hevði Varðin júst loyst frá bryggju tá skipið bráddliga setti fulla ferð á.
Gálgin ella lemmurin kom fastur í gronina á Safir og endin var at lemmurin fór á sjógv og Varðin helt síðani fram við fullari ferð út eftir Vánni við lemminum afturút.
Dúgvan varðskógvaði teir umborð á Varðanum, men teir fingu einki gjørt fyrr enn teir sløktu motorin.
Enn hevur ikki eydnast okkum at fingið fatir á teimum umborð á Varðanum.

Skaðin stórur
Spurningurin er um skaðin er somikið álvarsligur at Safir ikki sleppur av stað í kvøld sum ætlað.
Men í øllum førum er talan um væl av stálarbeiði, sum skal gerast, og tí kann ein umvæling lættliga taka eina viku.
Klassin og tryggingin kanna skaðan áðrenn skipið sleppur til fiskiskap.