Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sakførari ávarðar býráði áðrenn býráðsfundin í kvøld

John William Joensen

Nógv umtalaða byggimálið við garðavegin, sum skal avgreiðast á býráðsfundi í kvøld, hevur nú fingið ein sakførara at ávara býráðslimir um avleiðingar um býráði velur at geva byggiloyvi.

Talan er um málið viðv. bygging á matr. nr. 1284 oman fyir spæliplássið millum Jørundsgøtu og Garðavegin í Klaksvík.
Málið endaði hjá Innlendismálaráðnum, sum kom til tað niðurstøðu at kommunan ikki hevði borið seg rætt at tá byggiloyvi varð givið av fyrstantíð.
 
Sakførari upp í málið
Sambart Sigmund Poulsen, sakførara, er síðani hent at býráði hevur keypt grundstykkið við síðurnar av nógv umrødda byggiøkið og ætlar síðani at selja burtur av tí stykkinum fyri at nógv umtalaða byggingin kann halda fram, og nú hóttir Sigmund Poulsen, við møguligum endurgjaldskravið til grannarnar við Garðavegin.
 
Bræv frá sakførara
Í brævið sum løgfrøðingurin, Sigmund Poulsen, hevur sent býráðnum tann 1/11-2004 stendur soleiðis skrivað:
 
“
Abraham Mikladal hevur biðið meg verið honum og øðrum til hjálpar í samband við eitt mál um bygging á matr. nr. 1284, Klaksvík.
Eg havi eisini fingið avrit av avgerð Innlendismálaráðsins 23. juli 2004 um
– at byggingin á matr.nr. 1284, Klaksvík er í stríð við byggisamtyktina
– at byggingin sostatt er ólóglig
 
og
 
–  at Klaksvíkar Kommuna ikki hevur heimild til at víkja frá byggisamtyktini í hesum máli, sum hon gjørdi 27. januar í ár.
– at byggiloyvið er sett úr gildið og harvið er ein nullitetur
 
Tá so klár avgerð fyriliggur frá yvirskipaðum myndugleika, halda fólk sjálvandi, at kommunan tekur hana til eftirtektar og syrgir fyri, at framhaldandi bygging verður steðgað, og tað ólógligt bygda verður tikið niður aftur.
Hóast hetta sigur klientur mín seg vita við vissu, at Klaksvíkar Kommuna hevur ætlanir um at gera sítt ólógliga byggiloyvi “lógligt” á tann hátt, at byggiharrin ella kommunan sjálv keypir ein part av grannastykkinum, matr.nr. 1282, Klaksvík til samanleggingar við matr.nr. 1284, Klaksvík, soleiðis at byggiharrin kann byggja tvíhús á hesum stykki, uttan at fara út um galdandi reglur um byggistig fyri tvíhús. Hetta fer so sjálvandi at hava við sær, at grannaognin, matr.nr. 1282, Klaksvík verður so lítil, at hon ikki kann brúkast at byggja á.
Hinvegin skal eg gera vart við, at eftir mínari áskoðan fer kommunan út um bæði lógligt og sømiligt mark, um hon nýtir omanfyri standandi framferð í málinum, heldur enn at taka avgerð Innlendismálaráðsins til eftirtektar og áleggja byggiharranum at taka forskallingina, sum stendur klár at fylla, niðuraftur – áðrenn skaðin gerst størri.
Tað má standa einum og hvørjum klárt, sum fer á staðið, at tann ætlaða byggingin er so atypisk fyri øki og er eitt so stórt frávik frá galdandi byggireglum, at vandi er fyri at byggisamtyktin fyri Klaksvík verður sundurliðið í sínari grund, øll sum hon er, skal kommunan halda seg til reglurnar um líka viðgerð av borgarunum og strekkja seg líka langt við undantøkum um allan býin. Eftir metingunum hjá Innlendismálaráðnum tykist tað eisini rættiliga innlýsandi, at tann lappaloysnin, sum eftir øllum at døma er í umbúna, ikki ger tað givna byggiloyvið lógligt og ei heldur eigur at útloysa eitt nýtt byggiloyvi.
Heldur eigur kommunan at gera slætt borð beinanvegin við byggiharra og taka tær møguligu fíggjarligu avleiðingarnar, sum standast av hesum, heldur enn at taka eina ólógliga avgerð afturat.
Ger kommunan ikki tað, fer krav um endurgjald í staðin at koma frá grannunum.
 
Við vón um at Klaksvíkar Kommuna er før fyri at “venda heimaftur” í hesum máli – nú meðan møguleiki enn er til tess.
 
Við heilsan
Sigmund Poulsen
, adv."