Hóskvøldið tann 9. mars var ljós varpað á evnið “Sálarheilsa fyri øll” í Brekkustovu. Fullsett var til tiltakið og eru fyrireikararnir sera væl nøgdar við tað, sum spurdist burtur úr
Myndir: Dávur Winther
Hóskvøldið tann 9. mars var ljós varpað á evnið “Sálarheilsa fyri øll” í Brekkustovu. Fullsett var til tiltakið og eru fyrireikararnir sera væl nøgdar við tað, sum spurdist burtur úr
Tað var skjótt, at tað gjørdist fult í hugnaliga hølinum í Brekkustovu og stólar máttu setast bæði úti i gongini og eisini inni í køkinum. Á skránni vóru tríggir fyrilestrar, har savnandi orðið fyri allar var, at teir í hvør sínum lagi vóru ótrúliga lívsjáttandi og eftir stóð boðskapurin um, at takast má um lívið soleiðis, sum tað er beint nú, tí eingin veit, hvat møtir okkum í morgin.
Tað vóru tey trý, Gunnvá Tróndardóttir Joensen, Rebecca Auðunsdóttir og John William Joensen, sum greiddu frá teim stóru avbjóðingunum, sum tey hava staðið andlit til andlit við í lívi teirra, meðan Steintór Rasmussen hugnaði um við frálíkum sangi og guittarspæli í kaffisteðgunum.
– Vit eru so sera fegnast um hetta tiltakið og ikki minst tann stóra áhugan, sum var fyri kvøldinum. Og vit gleðast um, at vit, saman við teimum, sum luttóku, hava fingið sett sálarheilsu á breddan í Klaksvík, sigur Sigbritt við Neyst, sum saman við Ragnhild Ellingsgaard skipaði fyri hesum kvøldinum.
Ragnhild leggur afturat, at longu nú hava afturmeldingarnar verið serstakliga góða og vóna tær báðar, at hetta tiltakið fer at vísa á, at sálarheilsa er ein eins nátúrligur partur at tosa um sum kropslig heilsa.