Í sambandi við útoyggjastevnuna á Trøllanesi og í Mikladali siglir SAM fleiri eykatúrar, og VILJIN hjá Magna Garðalíð fer eisini at sigla eftir tørvi.
www.utoyggj.fo upplýsir fylgjandi um ferðaætlanina hjá SAM leygardagin 20. juni 2009, tá ið útoyggjastevna verður á Trøllanesi og í Mikladali.
Sam siglir Klaksvík – Syðradal, hesar tíðir:
Av Klakvík: 8.00
Av Syðradali: 8.20
Av Klaksvík: 10.15
Av Syðradali: 10.40
Av Klaksvík: 12.00
Av Syðradali: 12.20
Av Klaksvík: 14.15
Av Syðradali: 14.40
Av Klaksvík: 17.15
Av Syðradali: 17.35
Av Klaksvík: 22.00
Av Syðradali: 22.20
Viljin v/Magna Garðalíð, siglir eftir tørvi (uml.20 fólk). Ferðin tekur 15 min. Viljin fer eisini at sigla eftir tørvi út á náttina.




