Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sam Simon heldur vakt norðanfyri

Norðlýsið

Síðani grindaboðini í gjár hevur Sam Simon ikki siglt millum oyggjarnar ella runt landið. Hann heldur vakt norðanfyri.

Grindaboð vóru í Kalsoyarfirði í gjár og sum væntað var felagsskapurin Sea Shepherd partur av ”rakstrinum”, sum tó skjótt ikki bleiv til nakran rakstur, tí grindin kavaði og slapp. Helst er grindin farin norðurum aftur. Og líka síðani hevur Sam Simon ligið norðanfyri í økinum frá Viðoynni til Eysturoynna. Sam Simon hevur annars – líka síðani hann kom fyrr í ár – siglt runt millum oyggjarnar. Men nú hevur hann fingið sær ”fast” pláss. 
Um nøkur grind er at síggja norðanfyri sigur søgan einki um.