Føroyski útflutningurin vaks stívliga eina milliard krónur ella 17% teir fyrstu ellivu mánaðirnar í 2016, samanborið við sama tíðarskeið í 2015.
Føroyski útflutningurin vaks stívliga eina milliard krónur ella 17% teir fyrstu ellivu mánaðirnar í 2016, samanborið við sama tíðarskeið í 2015.
Størsta broytingin í útflutninginum var, at virðið av laksinum vaks við 753 mió. krónum, hóast nøgdin av laksi var eitt vet minni enn árið frammanundan.
Útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti vaks við 156 mió. kr. ella 12%, meðan nøgdin av hesum fiskavørum vaks 12.000 tons ella 6%.
Samstundis minkaði útflutningurin av toski, hýsu og upsa við 97 mió. krónum ella 9%, meðan nøgdin av hesum fiskavørum minkaði 395 tons, svarandi til 1%.
Hetta skrivar Hagstova Føroyar.




