Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sama søga hjá KÍ

Jákup Ósá

(Dystarfrásøgn við myndum) Sum so ofta fyrr í ár, so misti KÍ eina at síggja til trygga leiðslu burtur í seinna hálvleiki.

Líkindini vóru á góðari leið til fótbóltsdyst í Runavík á nýggja graslíkinum í Runavík í dag. Nakað av vindi og sirmi, men eingin forðing fyri at fáa ein góðan fótbóltsdyst. Hjá KÍ kom Ísak Simonsen inn fyri burturstadda Ivan Joensen, har Hjalgrím Elttør bleiv fluttur inn á sentrala miðvøllin og kom væl frá uppgávuni har í fyrra hálvleiki. Hjá NSÍ var merkisvert at síggja, at Pól Jóhannus Justinussen byrjaði á sama plássi sum á landsliðinum úti á vinstra vongi.


Góður fyrri hálvleikur

Og jú, fyrri hálvleikur bleiv sum so ofta fyrr í ár hjá KÍ á góðari leið og hesaferð heilt góður á máltalvuni. Men tað var Klæmint A. Olsen, ið legði fyri, tá hann snýtti Jógvan Isaksen og skeyt væl. Men KÍ var væl við og NSÍ verjuparturin sá alt annað enn tryggur út. Hjalgrím Elttør javnaði við dreyma langskoti í 22. minutti, og bara løtu seinni revsaði Álvur Christiansen eitt mistak í NSÍ verjuni og spældi Páll A. Klettskarð leysan, og so var 2-1 til KÍ. Og beint fyri hálvleik skoraði KÍ uppá beinleiðis fríspark frá Ísak Simonsen, sum umvegis stólpan skoraði eitt framúr mál. Norðlýsið kann ikki minnast á, at KÍ hevur skorað uppá beinleiðis fríspark í landskappingini síðani næst seinasta umfar í 2009, tá Hjalgrím Elttør skoraði móti HB, so talan var um søguligt mál. Annars var talan um ein javnan hálvleik, har KÍ átti munin, vóru grammir og dugdu at brúka vindin, sum kanska var meira undan enn uppá tvørs.


Góvust at spæla

At KÍ er á odda við 2-3 málum er ikki longur nøkur trygg leiðsla ella nakað, ið vanliga gevur 3 stig. Tað vísir seg at hava sett seg hjá leikarum, liði og mótstøðuliði. Tí tað er meira undantakið enn nakað annað, at slíkar leiðslur halda dystirnar út. Og soleiðis bleiv eisini í dag. NSÍ setti seg á seinna hálvleik frá fyrsta bríksli og var klárt betra liðið allar 48-49 minuttirnar í seinna hálvleiki. Klæmint A. Olsen bleiv stóri maðurin og skoraði 3 mál i seinna hálvleiki og bjargaði NSÍ ein uppibornan sigur. KÍ hevði ikki meira enn eina hampuliga málroynd allan hálvleikin og eftir 4-3 málið hjá NSÍ í 89. minutti kom heldur einki trýst frá teimum bláu.


Sama søga

Hjá KÍ er søgan tann sama í dag sum so ofta fyrr hetta kappingarárið. Liðið spælir ein góðan hálvleik og stendur seg væl fyrsta partin av dystinum. Men missir so alt. Leikararnir gevast at spæla fótbólt, tapa nærdystir og máttloysið hómast. Bóltar vera antin sparkaðir burtur/av vøllinum ella til ein mótstøðuleikara. Við slíkum spæli er tað bara spurningur um tíð, nær tað kostar og NSÍ kom til nógvar vandastøður umframt tey 3 málini í seinna hálvleiki í dag. NSÍ er eisini eitt av liðunum við bestu gongdini í løtuni og tí var tað væntandi, at KÍ fór at fáa tað sera trupult í dag. Hjá NSÍ eru framvegis góður møguleiki fyri at náa Europa League luttøku, men KÍ skal til at stríðast fyri at halda sær í deildini.


Les eisini:

Missa alt seinasta hálva tíman