Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sama søga sum seinast

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

(Dystarfrásøgn) NSÍ hevur betri kortini í hondunumeftir, at teir gulu í seinastu sekundunum enn einaferð fingu javnaðmóti KÍ í Klaksvík í ár.

Fitt av vindi var í Klaksvík íkvøld, sum til tíðir ávirkaði dystin nakað. KÍ byrjaði íeinari 3-5-2 uppstilling, har Ólavur Niclassen spældi til vinstru ímiðverjuni, meðan Ísak Simonsen var á vinstra vongbakki. NSÍspældi 4-3-3 líknandi, har Árni Frederiksberg og Bárður J.Hansen lógu á kantunum, meðan Pól Jóhannus Justinussen meir láá miðvøllinum hesaferð enn hann ofta hevur gjørt áður, táhann meir hevur spælt undir liðuni á Klæmint A. Olsen íálopinum. Undan dystinum vóru fleiri røddir frammi um, at tærvæntaðu ein líknandi dyst sum í landskappingini fyrr í ár. Oghesi vóru ikki skeiv. Leikgongdin var áleið tann sama. NSÍbyrjaði betri og fekk leiðsluna. Síðani kom KÍ aftur og sat ádystinum fram til liðið fekk leiðsluna, meðan NSÍ so tók yviraftur og fekk at enda javnað.

NSÍ skoraði uppá sín einastamøguleika í fyrra hálvleiki

NSÍ var betra liðið fyrstu løtunaav dystinum. Teir gulu søktu at málinum, og tá 10 minuttir vórufarnir endaði ein langur bóltur hjá Klæmint A. Olsen, og so var1-0 til NSÍ. Hetta var einasti stóri møguleikin hjá NSÍ ídystinum. Nakað eftir skifti KÍ leikskipan til 4-4-2, har Ólavurfór á vinstra bakk, Ísak á vinstra kant og Jóannes Bjartalíð áhøgra kant. Ein avleiðing av, at 3-5-2 leiksipanin ikki riggaði væl fyrstu løtuna. KÍ tók yvir og hevði teir møguleikarnir sum vórurestina av hálvleikinum. Nærmast við vóru Semir Hadzibulic ogPáll A. Klettskarð, men í seinastu løtu kom NSÍ bein fyri áðrennbólturin fór í málið. 1-0 til NSÍ var ikki í tráð við málmøguleikarnar, men hinvegin, so var tað ikki soleiðis, at KÍvassaði í opnum møguleikum.

NSÍ gevur ikki upp

NSÍ hevur tvær ferðir verið íKlaksvík í ár og hevur báðar ferðir roynt at fingið leiðslunaog síðani komið afturum, men er so komið aftur í seinastu løtu og fingið javnleik. KÍ skifti Hjalgrím Elttør inn fyri Ólav Niclassen í hálvleikinum, tá Ísak síðani fór aftur á vinstra bakk. KÍ yvirvágin gav fyrsta korterið avseinna hálvleiki tvey mál. Jóannes Bjartalíð legði fyrstfríspark væl innfyri til Jonas F. Rasmussen, sum skallaði ímálið, áðrenn Sørmundur Kalsø legði væl inn fyri til JóannesBjartalíð, sum skoraði til 2-1 eftir gott skjótálop. Hesa løtunavar KÍ liðið effektivt, tí hetta vóru teir báðir einastu heiltstóru møguleikarnir til KÍ í seinna hálvleiki. NSÍ tók yvireftir, at KÍ kom á odda. Einu ferðina bjargaði Kristian Joensenvæl, síðani endaði bólturin á stongini, og einaferð var umreppið at Klæmint skoraði, men bólturin fór beint viðsíðunaav. KÍ fekk tveir møguleikar uppá deyðbóltsstøður, har Jonas íbáðum førum skallaði viðsíðuna av málinum. NSÍ hevði kanskauppiborið útjavnandi mál, og tað kom í seinastu sekundunum avyvirtíðini. Árni Frederiksberg kom at standa væl fyri úti íhøgru síðu til at leggja innfyri og slíkar møguleikar tekur hannmangan av, og tað gjørdi hann eisini hesaferð. Innleggið fann PólJóhannus Justinussen, sum skallaði bóltin í málið til 2-2, ið var endaliga úrslitið. Og sæð yvir allan dystin, so var tað eitt úrslit, sum kanska var í tráð við leikgongdina. 

NSÍ hevur betri kort í hondunum

Nú stendur NSÍ við betri kortunum atkoma víðari. Runavíkingar fingu ikki bara javnleik, teir fingutvey mál á útivølli og samstundis skal KÍ spæla uttanliðskiparan Jonas F. Rasmussen vegna leikbann í seinna dystinum,meðan eingin av NSÍ leikarunum hevur leikbann tá. Taka vit soúrslitini millum NSÍ og KÍ í Runavík við seinastu árini, harKÍ ikki hevur vunnið seinastu 7 dystirnar, so talar nógv meirfyri, at NSÍ kemur víðari. KÍ hevur víst keðilig tekin mótitopp liðunum í ár. Tí allar dystirnar móti NSÍ, Víkingi og B36hevur KÍ verið á odda, men síðani mist leiðsluna og tríggjarferðir í yvirtíðini ella heilt seint í dystinum. Tað er tekinum, at liðið hevur stórar trupulleikar við at halda høvdið kaltí avgerandi løtunum í dystunum, tá liðið annars hevur vunniðsær góða støðu í dystinum. Til seinast mugu vit ikki gloymaáskoðararnar hjá báðum liðunum, sum settu sín dám á dystin.KÍ áskoðararnir vóru á støðinum frá kappingarárinum í fjør,men hesaferð endaði tað ikki eins stuttligt sum tað gjørdi tilflestu av dystunum í fjør. Enn er alt ikki avgjørt, hóastfavoritt leikluturin í 93. minutti fór frá KÍ og yvir til NSÍ.  

Harleyfacadeacryl