Ein heilsan til Abba okkara á føðingardegnum.
Góði abbi vit ynskja tær hjartaliga tillukku við føðingardegnum í dag. Tá vit nú ikki kunnu halda dagin saman við tær, so vilja vit senda tær hesa heilsanina.
Abbi okkara sum nú er blivin 75 ár er ein lívligur og fittur maður sum dámar sera væl at verða ímillum nógv fólk. Hann hevur tí eisini eina rúgvu av vinum. Abba dámar væl at ferðast eitt sindur,- men hann tryggjar sær altið at túrurin ikki verður longuri enn neyðugt, tí Abbi er Klaksvíksingur við í hvussu er trimum stórum K og fyri hann er Tjaldrafløttur tað besta staðið á jørðini, har hevur hann altíð búð og har trívist abbi best.
Abbi hevur ótroyttuliga spælt horn alt tað sum vit minnast ,vit vita ikki heilt hvussu leingið, men vit hava hoyrt at hann hevur verið við Klaksvíkar hornorkestri í meira enn 50 ár, tað munnu ikki vera nógvir abbar, sum hava spælt í sama orkestri so leingið. Hann dugir eisini væl at skriva nótar og oftani situr hann í aðrari verð og griflar, altíð klárir um brúk skuldi verið fyri tíð. Umframt cornet, trummur og nótabløð, hevur abbi eisini annað at takast við. Hann hevur seyð, eisini heimaseyð so hann má sláa og hoyggja, hanga í turkilagið og bera inn.
Vit hava havt mangar góðar og læruríkar løtur bæði á bøði, í haga, í báti, í neysti og á flotið saman við honum.
Abbi fylgir væl við ítrótti, væl dámar honum fótbólt og serliga tá vit abbabørnini spæla, um tað so er á Djúpumýru, í Gundadali, í Minnesota ella í Skæring vil hann vita hvussu hevur gingið. Honum dámar væl tá vit vinna. Mangan hevur hann saman við hornorkestrinum tikið ímóti á kajuni tá KÍ, Stjørnan, Mjølnir, Páll Fangi ella onkur annar av bátunum úr Klaksvík hava hála sigurin innum Klakkin, tá er abbi glaður.
Vit halda at vit eru heppin at vit eiga ein so góðan abba, hann er í hvussu er okkara besti, altíð klárur at hjálpa okkum við hvørjum tað skal vera
Góði abbi og omma vit ynskja tykkum ein góðan dag og takka fyri alt sum tit eru fyri okkum.
Tæra bestu heilsanir frá okkum øllum
Rógvi, Sámal og Elinborg




