Sámal Erik váttar, at hann verður venjari uttanfyri høvuðsstaðin næsta ár.
– Eg verið venjari næsta ár og taðverður ikki í høvuðsstaðnum, sigur Sámal Erik Hentze.
Sámal Erik Hentze er ein av mesteftirspurdu venjarunum í Føroyum. Og tað er ikki so løgið. Tíúrslitini hjá honum tala fyri seg. Hvørja ferð hann hevur vanteitt “stórt” felag, so hevur hann vunnið FM. Talan er um 2009 íHB og 2014 í B36. Annars hevur hann fyri tað mesta verið venjarihjá AB, har hann eisini hevur fingið góð úrslit og bæði í2013 og 2015 hevur hann vent einari nærmast vónleysari uppgávu til, at AB hevur bjargað sær plássið í deildini. Tó skal sigast, atplássið í 2015 ikki er endaliga bjargað enn, tí 3 umfør eru eftir, menAB hevur allar møguleikar at klára at bjarga sær eftir úrslitini seinastu umførini.
Nógv talar fyri Víkingi
Greitt er nú, at Sámal Erik fær eittnýtt felag at venja í 2016. Tað váttar hann fyri Norðlýsinum ídag.
– Eg verið venjari næsta ár. Eg haviikki fingið nakað tilboð frá KÍ, men annars hava nógv av hinumliðunum í Effodeildini havt fyrispurning. Tað eru 2-3 feløg, sumhava áhuga hjá mær, men eg kann siga so mikið sum, at eg verið ikkivenjari í høvuðsstaðnum næsta ár, og tað verður kunngjørtáðrenn kappingarlok, hvar eg verið næsta ár, sigur Sámal ErikHentze við Norðlýsið.
Hóast Sámal Erik ikki vil seta navná, hvørji feløg talan er um, so siga fleiri álítandi keldur, atSámal Erik Hentze helst verður venjari hjá Víkingi næsta ár.




