Bárður Hansen, Atli Gregersen og Sølvi Vatnhamar vóru millum teir, ið blivu skaddir á Skála í kvøld.
Helvtin av liðnum hjá Víkingi antin fór út við skaða ella vóru nógv darvaðir av skaða í dystinum, tá fyrra hálvfinalan í steypakappingini var á Skála í kvøld.
Bárður Hansen og Atli Gregersen blivu útskiftir vegna skaða í seinna hálvleiki, har serliga skaðin hjá Atla sá meira álvarsamur út. Seinni bleiv Sølvi Vatnhamar skaddur, tá hann beklaði, men við tað at Víkingur hevði gjørt allar sínar útskiftingar, so mátti hann spæla restina av dystinum. Hann spældi sum álopsleikari, men var tíðuliga darvaður av skaðanum. Eisini Erling Jacobsen og Filip Djordjevic lógu á vøllinum í seinna hálvleiki og onkrir aðrir høvdu eisini smávegis trupulleikar.
Sámal Erik Hentze er venjari hjá Víkingi, og hann var fyrireikaður uppá, at nakað slíkt kundi henda í kvøld, og tí hvíldi hann fleiri leikarar, sum eitt nú Gunnar Vatnhamar, Jákup V. Olsen og Sorin Anghel, til at vera tøkar til dystin sunnudagin.
– Vit eru ræðuliga moyrir. Vit fáa ikki vant og tí ikki restituera. Tað er ein stórur trupulleiki, tí vit blíva bara tyngri og tyngri og tyngri. Vit royna at gera alt, sum vit kunnu fyri at blíva so frískir sum gjørligt, men tað er ótrúliga ringt. Men her eru so eingin belastningsskaði burtursæð frá møguliga Bárði Hansen, sum føldi okkurt í lyskuni. Sølvi Vathamar beklar og Atli Gregersen dettur niður á knæið. Vit hava fýra leikarar uttanfyri í dag sum eru klárir at traðka til, tí vit vistu at vit komu í hesa støðuna, segði Sámal Erik Hentze við Norðlýsið eftir dystin. Hann dugdi ikki at siga, hvussu leingi hesir ymisku leikararnir blivu uttanfyri, men metti fyribils, at í øllum førum Sølvi Vatnhamar hevði ein møguleika at røkka dystinum sunnudagin.
Óheppið at framskunda umfar
Sámal Erik heldur, at tað er sera óheppið, at FSF hevur lagt eitt umfar nú sunnudagin, har tað annars var eitt frí vikuskiftið.
– Ja eg eri irriteraður. Tí høvdu vit fingið frí eftir dystin í dag, sum ætlanin var, so hevði tað verið ordiliga gott. Tað er tað, ið vit hava spælt fram ímóti. Nú fáa vit ein dyst afturat í hinum endanum og nú koksar alt hjá okkum og øll síggja, hvat hendir í dag. So tað er ræðuliga keðiligt. Tí skráin er fín fram til tað verður broytt. Lat vera og broyt og legg umfarið onkuntíð seinni ella spyr feløgini, nær tey ynskja at spæla hann. Ikki bara knappliga knalla ein dyst inn í skránna, segði Sámal Erik Hentze, sum tó staðfesti við einum smíli, at Víkingur hóast alt stillar upp við 11 leikarum sunnudagin móti HB.
Úrslitið á Skála í kvøld gjørdist 1-0 til Víking.




