Hagtøl um venjarar í Effodeildini 2017: Hyggja vit eftir, hvørjir venjarar í Effodeildini 2017 hava vunnið mest, so er tað tann, ið hevur flestar dystir á baki.
Les eisini: Sigfríður er venjarin við flest royndum
Sigfríður S. Clementsen er mest vinnandi venjarin. 7 ferðir hevur hann vunnið gull antin í landskappingini ella steypakappingini. Men HB venjarin er ikki tann við flest føroyameistaraheitum, tí har hevur Víkinga venjarin Sámal Erik Hentze vunnið oftast (3). Í hesum hagtølum er tað sjálvsagt ein stórur fyrimunur at hava nógv kappingarár á baki. M.a. NSÍ venjarin Anders Gerber bara hevur eitt kappingarár á baki í Effodeildini.
Flest føroyameistaraheitir:
3: Sámal Erik Hentze (2009: HB, 2014: B36, 2016: Víkingur)
2: Sigfríður S. Clementsen (2005: B36, 2008: EB/Streymur)
1: Mikkjal K. Thomassen (2011: B36)
1: Heðin Askham (2012: EB/Streymur)
(Eingin annar venjari hevur vunnið føroyameistaraheitið)
Flest steypasigrar (vinnarar av kappingini um Løgmanssteypið):
5: Sigfríður S. Clementsen (2006: B36, 2008: EB/Streymur, 2013: Víkingur, 2014: Víkingur, 2015: Víkingur)
2: Heðin Askham (2010: EB/Streymur, 2011: EB/Streymur)
1: Mikkjal K. Thomassen (2016: KÍ)
(Eingin annar venjari hevur vunnið løgmanssteypið)
Flest føroyameistaraheitir og steypasigrar tilsamans:
7: Sigfríður S. Clementsen
3: Sámal Erik Hentze og Heðin Askham
2: Mikkjal K. Thomassen
(Eingin annar venjari hevur vunnið nakra kapping)
Kelda: FaroeSoccer




