Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samanbygd hús á Ánunum

John William Joensen

Tá ligið er út á summarið 2007, verða 15 arkitektteknaði samanbygd hús klár at flyta inn í á Ánunum. Tvær støddir av húsum eru at velja ímillum, 115 m2 og 104m2. Báðar við partvís innrættaðum kjallara.

Tað er JFT Connector, við Klaksvíkinginum Jónbjart Thomasen á odda, sum stendur fyri byggingini. Húsini eru teknað av arkitektfelagnum Magnus Hansen. Eftir ætlan verður farið í gongd við at útstykkja økið í hesi vikuni.
– Øll tingini eru fingin uppá pláss og er nú klárt at fara í gongd, sigur Jónbjart Thomasen, stjóri.
Talan eru um fimtan sera snotilig samanbygd hús, sum geva teimum ið keypa húsini góðar møguleikar at innrætta ein part av húsunum eftir egnum ynski. Húsini eru gjørd úr fyrstafloks tilfarið, og eru sett soleiðis í lendi, at øll húsini hava sera gott útsýnið.
– Vit hava plaserað húsini soleiðis, at øll hava sera gott útsýnið. Harafturat so liggja tey soleiðis, at tey fáa sera góðan sólargang, sigur stjórin.
Hvørt hús hevur sín egna hjall, so tey egna seg væl til livimátan hjá norðoyingum.
Sum nakað nýtt verður ein ókeypis telefonskipan í húsunum, soleiðis at tey, sum búgva í teimum, kunnu tosa frítt ímillum  húsini. Breiðband og aðrar tekniskar installatiónir eru eisini í húsunum.
– Vit hava lagt okkum eftir, at húsini skulu lúka øll krøv, sum hoyra nútíðini til. Húsini verða hitað ígjøgnum eina hitaskipan sum er á staðnum, soleiðis at húsini ikki hava hvør sína oljufýr.
Jónbjart Thomasen sigur at enda, at teir longu hava selt tað fyrsta húsið, sjálvt um teir enn ikki hava gjørt eitt stórt arbeiði við at selja. Hann roknar ikki við, at tað verður nakar trupulleiki við fáa húsini seld, tá tørvurin er so stórur sum hann er í Klaksvík. 

Harleywoodpaint