Norðurlendskt samanhald og innanlands samhaldsfesti, har tey sterkastu lyfta tyngstu byrðarnar.
Hesi saman við almennum íløgum í byggivirksemi og viðlíkahaldi av almennum bygningum, eru bestu vápnini móti áleikandi fíggjarkreppuni. Tað vóru norðurlendsku Javnaðarflokkarnir samdir um á fundi í Helsinki í farnu viku.
Tíðindaskriv
Í farnu viku vóru John Johannessen, form. Javnaðarfloksins á tingi, og Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna og fíggjarnevndarlimur, á fundi í Finnlandi saman við umboðum fyri hinar norðurlendsku Javnaðarflokkarnar.
Nógv tíð varð brúkt uppá avbjóðingarnar, ið fíggjarkreppan hevur við sær, og leiklutin hjá Javnaðarrørðsluni at syrgja fyri, at fólk ikki koma illa fyri orsakað av kreppuni.
Samfelagið stendur fyri broytingum. Og skulu vit venda gongdini, soleiðis at talan verður um broytingar, sum í síðsta enda hava eitt betri samfelag við sær, er neyðugt at tryggja, at øll hava møguleika at luttaka í samfelagnum. Avbjóðingin er at skapa tryggleika. Tí tað eru bert trygg menniskju, ið vilja broytingar og sum eru før fyri at tillaga samfelagið.
Grundarlagið undir øllum tillagingum má vera eitt samhaldsfast samfelag, har øll eru við til at lyfta í felag, og har tey sterkastu lyfta tyngstu byrðarnar. Byggja vit ikki á hendan grundvøllin, kann fíggjarkreppan uttan iva fáa álvarsligar avleiðingar fyri samfelagið.
Politiska skipanin og sjálvsagt serliga Javnaðarflokkarnir hava ábyrgdina av at stinga hendan leistin út í kortið. Tað gerst millum annað við økja um leiklutin hjá tí almenna, soleiðis at landið byrgir upp fyri sveiggjunum í marknaðinum og óhepnu avleiðingunum av tí grískna og púra óstýrda neoliberalistiska marknaðinum, vit hava sæð seinastu árini. Eisini má byrgjast upp fyri arbeiðsloysi við at seta í gongd skilagott alment byggivirksmi, sum t.d. bygging av skúlum og eisini at umvæla og bjálva almennar bygningar.
Og júst tær 15 mió., sum samgongan í Føroyum hevur sett av til bjálving av almennum bygningum, er ein skilagóð og gongd leið á hesum øki. Tí saman við fíggjarkreppuni hava vit eina veðurlagskreppu, ið vit eisini skulu byrgja upp fyri. Tí er skilagott, at tær íløgur, ið gjørdar vera, eru rættaðar ímóti at gera samfelagið minni bundið at oljuídnaðinum.
Javnaðarflokkarnir eru samdir um, at tað er tann sterki staturin við øktum samhaldsfesti og íløgum, ið tryggja framtíðina, sum er førur fyri at vinna á fíggjarkreppuni.




