Úrslit av samráðingum millum umboð fyri Klaksvíkar- og Hvannasunds Kommunu, verður nú borið sum faldari í hvørt hús
Nógv áhugavert er at lesa um Hvannasunds Kommunu – støðan í dag, verkætlanir, sum eru í gongd og serliga um ætlanir sum eru at fremja – eftir samanleggingina.
Vit hava fingið loyvi at prenta nøkur brot burtur úr faldaranum, sum annars er sera áhugaverdur lesnaður.:
Sameinda kommunan bjóðar:
Somu skyldur og somu rættindi til allar borgarar í kommununi.
Sambært fyriliggjandi uppskoti til sáttmála millum Hvannasunds Kommunu og Klaksvíkar Kommunu fær samanleggingin gildi tann 1. januar 2009, tá eitt felagsvalt býráð fer at hava ábyrgdina og umsitingina av sameindu kommununi.
Høvuðsgrundgevingarnar fyri samanleggingini eru hesar:
• at kommunurnar skulu gerast førar fyri at veita borgarunum betri tænastur
• at samskipa umsitingina og raksturin av kommununum
• at minka um íløgutørvin við at betri nytta fæst burtur úr íløgum, og at forða fyri óneyðugum íløgum
• at kommunurnar eftir samanleggingina skulu standa sterkari í kappingini um arbeiðspláss
• at allir borgarar, uttan mun til hvar teir búgva í sameindu kommununi, skulu hava somu rættindi og somu skyldur
Samanlagda kommunan fær navnið:
“Norðoya Kommuna”
• Samanlagda kommunan verður stýrd av einum býráði, sum fyrstu ferð verður valt á kommunuvalinum í november 2008.
• Býráðið í samanløgdu kommununi fer at hava sæti í Klaksvík.
• Býráðið í sameindu kommununi hevur 11 limir
Barnaansing:
Barnagarður byggjast á Fossánesi
Hvannasunds Kommuna hevur ognað sær grundstykki til endamálið sunnan fyri skúlan.
Arbeitt verður víðari við ætlanini, sum báðar kommunur taka undir við.
Byggibólkur verður at gera eina ætlan fyri byggingina.
Hvannasunds Kommuna setur bólkin.
Eldraansing í sameindu kommununi:
Eldraheim í økinum Hvannasund/
Norðdepli
Eldraøkið verður at skipa í einari heildarætlan fyri
økið.
Frá 1. januar 2009 eigur samanlagda kommunan
limirnar hjá Hvannasunds og Klaksvíkar kommunum
í nevndunum fyri Norðoya Vistarheim og Norðoya Ellis- og Røktarheim.
Arbeitt verður við einum ellisheimi, sum verður at staðseta í núverandi Hvannasunds Kommunu.
Framtíðar havn á Norðtoftum
Bæði tunlarnir, Svínoyarleiðin og staðseting av
einum møguligum grótbroti í Hvannasunds
Kommunu eigur at verða framt við tí fyri eyga at
leggja eina framtíðar havn á ella við Norðtoftir.
Í sambandi við at svínoyingar skulu fáa betri
ferðasamband, eru møguleikar at gera ein lítlan
bátahyl, eisini til svínoyingar – t.d. á Norðtoftum
– í sambandi við eina ferjulegu har, haðani tað
verður sera stutt at sigla út til Svínoyar (loysnin, ið
svínoyingar ynskja).
Henda havn kann síðan við tíðini byggjast út til
eina djúphavn, sum ein kanning hjá Landsverki
hevur víst at liggja sera væl her, m.a. tí her er sera
veðurgott og ógvuliga atdjúpt.
Grótvirki:
Kanna møguleikar fyri grótbroti
Klaksvíkar Kommuna hevur og rekur eitt grótvirki,
sum gevur nøkur arbeiðspláss. Grótbrotið selur grót
og sand til fyritøkur og borgarar í kommununi og
í økinum annars.
Hvannasunds Kommuna er opin fyri at kanna
møguleikarnar fyri einum grótbroti í kommununi,
sum tó ikki kann setast á stovn, fyrr enn nýggju
tunlarnir eru komnir.
Dentur má tó verða lagdur á, at eitt møguligt
grótbrot verður gjørt við umhugsni, so tað fellur væl
inn í náttúruna og ikki misprýðir økið óneyðugt.
Ítróttur og mentan:
Ítróttarøki við rennibreyt oman fyri Skúlan á Fossánesi
Kommunurnar eru samdar um at skapa hóskandi
karmar fyri ítrótti og mentan í sameindu kommununi,
og at hetta øki eftir samanleggingina skal
mennast.
Stadionøkið á Fossánesi: Ætlanin er at leggja eina
rennibreyt á økinum, har vøllurin í dag liggur oman
fyri Skúlan á Fossánesi.
Sparkivøllir: Leggjast skulu tveir sparkivøllir, ein í
Norðdepli og ein í Hvannasundi á hóskandi staði
miðskeiðis í bygdunum. Hvannasunds Kommuna
leggur økir av
Sóttreinsað vatn veitast til
allar bygdir í samanløgdu
kommununi
Sóttreinsað vatn verður skjótast møguliga at veita
til borgarar og til fyritøkur í øllum bygdum í
samanløgdu kommununi, og kloakkir verða gjørdar
eftir skipaðum viðurskiftum.
Umsiting og viðlíkahald av kloakkum og allir
spurningar viðvíkjandi vatnveiting í sameindu
kommununi verður umsitið av Teknisku Umsiting
í sameindu kommununi. Sama er galdandi fyri
reinhald av vegum, gøtum og kloakkum.
Vatndeildin hjá samanløgdu kommununi fær
ábyrgdina og umsitingina av øllum vatveitingum
í kommununi, har staðbundni maðurin í Hvannasunds
Kommunu verður partur av skipanini.
Útbyggingin og dagføringin av vatnverkinum í
Hvannasundi, sum er í gongd, verður fullførd.
”Másakajin” høvuðsumvælast
Havnaskrivstovan í Klaksvík umsitur allar havnir,
lendingar o.a. havnavirksemi í sameindu kommununi.
Útgreinað verður, hvussu skipanin millum
Hvannasunds og Viðareiðis kommunur er í
sambandi við Hvannasunds Havn.
„Másakajin“ verður høvuðsumvæld skjótast gjørliga.
Somuleiðis verður at raðfesta høgt at gera kant/
atløgusíðu niðanfyri P-økið, uml. 30-40 metrar
suður frá „Másakajini“.
Marina sunnan fyri byrgingina
Kommunurnar eru samdar um at arbeiða við gerð
av einari “marinu” niðan fyri og nakað sunnan
fyri Hotel Bella, við pieri út frá Norðdepilsmegin
og bryggjukanti, sum gangast kann eftir, har bátar
kunnu liggja trygt fram við Norðdepilsmegin
og fram við byrgingini yvir ímóti Hvannasundsmegin,
har kappróðrarneystið fer at liggja.
Tekniska Umsiting ger ávegis skitsuprojekt í
samstarvi við Hvannasunds Kommunu, og arbeiðið
heldur fram undir samanløgdu kommununi.
Ætlandi verður projektið lagt fram á borgarafundinum
Fíggjarviðurskifti:
Klaksvík Hvannasund
a) Skattaprosent: (2008) 20,75% 20,10%
b) Nettoskuld pr. 31.12.07 115 mió kr. -11 mió kr. (ogn)
c) Fíggjarætlan 2008:
Ú treiðslur
(rakstur, íløgur, rentur): 144,5 mió kr. 22,8 mió kr.
S kattainntøkur: 140,0 mió kr. 11,0 mió kr.
T vs. úrslit
áðrenn avdráttir: -4,5 mió kr. -11,8 mió kr.
d) Nøkur lyklatøl:
Rakstur pr. íbúgva:
(smb. roknskap 2006) 13.000 kr. 10.000 kr.
S kattskyldug
inntøka pr. íbúgva: 128.000 kr. 116.000 kr.
Barnafrádráttur: 4.000 kr. 3.500 kr.




