(Finalan um Løgmanssteypið) Tey flestu eru samd um, at fortreytirnar eru nærum eins góðar hjá báðum liðunum at vinna steypafinaluna.
(Finalan um Løgmanssteypið) Tey flestu eru samd um, at fortreytirnar eru nærum eins góðar hjá báðum liðunum at vinna steypafinaluna.
Í fleiri dagar hava miðlarnir gjørt nógv burturúr finaluni um Løgmanssteypið. Har hevur ein rúgva av fólkum mett um finaluna. Og skal ein taka samanum, so tykist nærum einki skilja liðini. Nakað talar fyri einum KÍ sigri og eins nógv talar fyri einum Víkinga sigri.
Hjá KÍ talar tað fyri einum sigri, at liðið hevur vunnið báðar dystirnar móti Víkingi í ár og eisini er oddalið og tí besta liðið í Føroyum fyrstu 21 umførini. Men Víkingur er bara 4 stig aftanfyri og gongdin hjá Víkingi er eisini rættuliga góð síðstu tíðina við betri úrslitum enn KÍ seinastu seks dystirnar. Størsti fyrimunurin hjá Víkingi er, sambært teimum flestu, at teir hava nógv meira royndir frá steypafinalum. Øll kenna styrkina hjá Víkingi, tá tað veruliga stendur á og alt er á gosi á Tórsvølli, meðan styrkin hjá KÍ er ókend undir slíkum kørmum, tí fleiri av leikarunum hava ikki roynt at spælt ein dyst, har so nógv verður gjørt burturúr bæði dagarnar áðrenn og undir dystinum.
Veddingarfyritøkurnar eru enn ikki komnar við oddsum, men høvdu tær tað, so høvdu liðini helst verið nær við at havt 50 prosent møguleika at vinna. Tí ein finnur eins góðar orsøkir at koyra sigurin annan vegin.




