Tá vit hugsa frameftir, eiga vit at seta okkum mál og vanligt er um nýggjársleitið, bæði at hyggja frameftir og aftureftir.
Um málini, sum vit seta okkum eru eitt sindur høg, ger einki, tí helst skulu vit smátt um smátt koma longur fram á leiðini.
Tað eru nú liðin umleið 20 ár síðani, at Norðoyatunnilin fyri fyrstu ferð bleiv nevndur í Norðlýsinum sjálvandi.
Í komandi ári rokna menn við at tunnilin verður liðugt boraður og hvør veit, møguliga verður eisini koyrandi ígjøgnum tunnilin í komandi ári ella í hvussu so er í 2006 sum er ásetta evstamarkið.
Vit hava í hesum árinum fingið nýggj býráð og bygdarráð og tað er eyðvitað at nýggju kommunalpolitikararnir báðumegin Lorvíksfjørð eiga at fara at hugsað øðrvísi enn komunalpolitikarar hava gjørt frammanundan, tí nú fáa vit fast samband við Eysturoynna.
Eitt stórmál, sum eisini eigur at vera viðgjørt í hesum sambandi, er, um ikki var rætt at fara undir fyrireikingar til eitt "baðiland" við brennistøðina hjá IRF í Lorvík.
Gamaní, hetta verður eitt ógvusligt og dýrt projekt, men hinvegin kann roknast við at um vit fáa eitt slíkt í Føroyum, so verða tey valla fleiri av slagnum.
Kommunurnar eru frammanundan felags um brennistøðina í Lorvík og tað at her eins og gjørt hevur verið frá øðrum síðum, verður róð frammi undir at fara at hugsa um eitt slíkt projekt, kemur sjálvsagt einamest av, at møguleiki er at brúka spillhita frá brennistøðini hjá IRF á Hagaleiti.
Um eitt slíkt vælumhugsað projekt hevði sæð dagsins ljós har, so er onki at ivast í, at fólk úr øllum Føroyum høvdu leitað sær hagar av og á at halda frí frá dagliga strevinum, saman við familjuni.




