Norðoyingar nýtast ikki at óttast at skula bíða til midnátt fyri at sleppa um Leirvíksfjørð eftir landsdystin móti Serbia í kvøld sum byrjar kl. 19:15
Hesa tíðina fer arbeiði fram í Norðoyatunnlinum, soleiðis at tunnilin er stongdur fryi ferðslu hvørt kvøld kl. 22, og so er bara koyrandi ígjøgnum við tveimum tíma millumbilum.
FSF hevur verið í sambandi við leiðsluna fyri Norðoyatunnilin, og tey hava lovað, at arbeiðið í tunlinum ikki skal halda norðoyingum aftur at koma til Havnar til landsdyst.
Boðini frá Norðoyatunnlinum eru tey, at tey bíða við at steingja tunnilin í kvøld til meginferðslan frá landsdystinum er komin ígjøgnum.
Vegarbeiði hjá Landsverk kann møguliga eisini koma at órógva ferðsluna til landsdystin í kvøld. Menn frá Landsverki eru í holt við asfalteringsarbeiði millum Kaldbaksbotn og Kollfjarðadal, og tí er eingin ferðsla gjøgnum Kaldbakstunnilin fram til kl. 19.00. Ferðslan til og úr Havn í dag má tí fara eftir Oyggjarvegnum, og ferðandi norðaneftir til dystin í kvøld mugu tí eisini rokna við longri ferðatíð.
FSF hevur verið í sambandi við Landsverk, sum hevur lovað at skunda undir arbeiðið. Men tey kunnu tó ikki lova at asfaltarbeiðið verður liðugt áðrenn bilaferðslan til landsdystin byrjar í kvøld.
A-landsdysturin móti Serbia verður spældur á Tórsvølli í kvøld kl. 19.15.
Atgongumerki kunnu keypast sama dag frá kl. 16.00. Sølan av atgongumerkjum fer fram í Svimjihøllini og við Gundadalshøllina. Kostnaðurin er kr. 150,- fyri vaksin 17 ár og eldri og kr. 20,- fyri børn 0-16 ár.




