USA og ES hava langt um leingið sett handilsforðingar í verk móti Russlandi. Hóast handilskríggj við Russland eisini rakar ávís ES lond so er samlaða ávirkanin sera avmarkað. Men um føroyingar fylgja ES fer hetta at kosta føroyum dýrt tí í fjør keypti Russland fyri góðar 700 mió. kr. í laksi og øðrum fiskavørum.
USA og ES hava langt um leingið sett handilsforðingar í verk móti Russlandi. Hóast handilskríggj við Russland eisini rakar ávís ES lond so er samlaða ávirkanin sera avmarkað. Men um føroyingar fylgja ES fer hetta at kosta føroyum dýrt tí í fjør keypti Russland fyri góðar 700 mió. kr. í laksi og øðrum fiskavørum.
Nú Løgmaður fór til Russlands at samráðast um at fáa eina nýggja handilsavtalu við Russland hevur orðaskiftið tikið seg upp um hvørt tað er rætt at Føroyar í heilatikið selja russum vørur nú flest øll vestanlond hava valt at stongja dyrnar fyri handli við Russland.
Sannleikin er tó at tiltøkini sum ES hevur sett í gildið móti Russlandi eru sera avmarkað og framvegis er stórur samhandil millum ES og Russland.
ES hevur vánaligt gongulag
ES og USA hava síðan russisku innrásina á Balkan og í Ukraina havt sera trupult við at finna eitt felags stev móti russisku bjørnini.
Amerikanska stjórnin royndi seg fyrst við nøkrum tiltøkum, sum beinleiðis vóru ætlað at raka virksemið hjá Putin og teimum sum verða mettir at verða týðandi stuðlar hjá russisku stjórnini. Harímillum eisini persónlig handilssambond hjá Putin. ES londini tóku eftirfylgjandi undir við hesum sera avmarkaðu tiltøkunum. Tann 30. Juli í ár samdust ES londini so fyri fyrstuferð at seta ávís tiltøk í verk sum skuldu ávirka russiska fíggjarheimin, orkupolitikkin og vápnaframleiðsluna. Grudgevingin hjá ES kommisjónini var at hetta vóru somu økið sum vóru stjórna av eini maktfullari elitu ið beinleiðis stuðlar Putin. Men politiskir eygleiðarar siga at í veruleikanum var hetta tað sum ES londini megnaðu at semjast um – tí fleiri av ES londunum eru sera afturhaldin at skapa sær sjálvum trupulleikar sum kunnu ávirka heimliga búskapin negativt..
Støðan í løtuni er at russiskir bankar eru útihýstir frá at endurnýggja langtíðar lán við evropeiskar bankar. ES hevur bannað útflutningi av útgerð sum eisini kann brúkast í vápna ídnaðinum til Russland. Harafturat rakar handilsbannið útgerð til oljuídnaði, men tiltøkini raka ikki olju inn/útflutningin. Samhandilin við gassið er als ikki umfataður av handilbanninum.
Tað er eisini rættiliga ymiskt hvussu tiltøkini móti Russlandini ávirka londini í Evropa. Russland er seinastu 10 árini vorðin ein skjótt vaksandi marknaður hjá fleiri ES londum.
Týskland hevur verið sera afturhaldandi við at seta handilstiltøk í verk og tað er heldur ikki løgið. Týskland útflutti til Russland fyri 283 mia. kr. í 2013, men tað sum hevur størri týdning er at Týskland fær meira enn 30% av olju og gass orkuni úr Russlandi. Summi av grannalondunum hjá Russlandi fáa alla sína gass-orkuveiting úr Russlandi.
Russland svarar aftur
Samhandilin hjá ES við Russland hevði eitt samlað virði á 2.010 mia. kr í 2012.
Sum aftursvar til tiltøkini sum USA og ES hava sett í verk, boðaði russiski forsætisráðharrin, Dmitry Medvedev, frá at Russland hevði bannað allan innflutning av matvørum úr ES. Hetta bannið rakar frugt, grønmeti, kjøt, fisk mjólk og mjólka úrdráttir. Russiska innflutningsbannið er galdandi fyri vørur úr ES, USA, Australia, Kanada og Norra.
Russland er stórsti marknaðurin fyri makrel og sild úr Skottlandi og so skjótt sum Russland boðaði frá innflutningsbannið av fiskavørum úr ES var skotski fiskimálaráðharrin, Richard Lochheads úti og kravdi at skotska fiskivinnan fekk endurgjald frá ES.
Skotski fiskimálaráðharrin segði at pelagiski ídnaðurin í Skotlandi var harðast raktur av russisku tiltøkunum. Hann boðaði frá at skotska stjórnin umhugsar møguleikan at skotsku reiðarríðini sleppa at fiskað tað sum eftir er av makrel og sildakvotuni næsta ár, samstundis sum arbeitt var við at fáa ES at endurgjalda skotsku vinnuni mistu inntøkurnar.
ES endurrindar vinnuni mistar inntøkur
Mikudagin boðaði Maria Damanaki frá at semja var gjørd um at serligi Fiskivinnugrunnurin hjá ES skuldi átaka sær at fíggja goymslur av pelagiskum og øðrum fiskasløgum, sum verða rakt av russisku tiltøkunum, nú russar hava bannað øllum innflutningi av matvørum úr ES. Virði av teimum fiskasløgum sum eru rakt av russisku tiltøkunum var góðar tvær milliardir krónir í 2013 og svarar hetta til umleið 2% av samlaða virðinum av fiskaútflutninginum hjá ES í 2013. Russland er sætti størsti útflutningsmarknaðurin fyri fiskavørur úr ES. Men hjá ES londunum hevur fiskivinna og alivinna sera lítlan týdning og í 2013 vóru fiskavørur einans 0,2 % av samlaða útflutninginum hjá ES til Russland. Danmark, Litava, UK, Írland, Estonia, Spania og Frankarríðið eru tey ES londini sum útflyta laks og aðrar fiskavørur til Russland.
Sambært ES kommiserinum er Russland sætti størsti útflutningsmarknaðurin fyri fiskavørur úr ES. Í 2013 vóru fiskavørur einans 0,2 % av samlaða útflutninginum hjá ES til Russland. Danmark, Litava, UK, Írland, Estonia, Spania og Frankarríði eru tey ES londini sum útflyta mest av laksi og fiskavørum til Russland.
Russland hevur stóran týdning fyri Føroyar
Samlaði føroyski útflutningurin var í 2013 góðar 6 mia. kr. harav var útflutt fyri góðar 700 mió. kr. til Russland, sum er umleið 12 % av samlaða føroyska útflutninginum.
Til samanberingar kunnu vit tríva í at ES er týdningarmiklasti marknaðurin hjá Russlandi. ES keypir góð 41 % av samlaða russiska útflutninginum. Sambært Eurostat keypti Russland tilsamans 10% av matvøru útflutninginum hjá ES. Russiski marknaðurin stendur fyri 7 % av samlaða ES útflutninginum. Bert 0,2% av samlaða útflutninginum hjá ES til Rusland er Laksur og fiskavørur meðan føroyski útflutningurin til Russland var so at siga bara alilaksur og onnur fiskaframleiðsla. Danmark útflutti í fjør fyri 11,8 mia. kr til Russland og svarar hetta til umleið 2% av samlaða danska útflutninginum.
Av tí at Føroyar ikki eru limir í ES er eingin møguleiki at føroysk vinna far nakran stuðul ella hjálp frá tí almenna at fíggja tær 700 mió. kr. av laksa og fiskavørum sum brádliga ongan keypara høvdu havt um so var at Føroyar settu tiltøk í verk móti Russlandi.
Undir øllum umstøðum er tað veruleikafjart at Føroyar skulu kopiera ES tiltøkini, tí tey eru skræddarseymaði til at ávirka búskapin í ES í minst møguligan mun – men vóru tey sett í gildi í Føroyum høvdu tey havt ógvusliga ávirka á føroyska búskapin.
So leingi sum ES londini framhaldandi hava týðandi samhandil við Russland er eingin orsøk til at Føroyingar vassa út á djúpt vatn og kvetta á stokkinum.




