Vit fingu vitjan av Sambandsbussinum, sum vitjaði í Eysturoynni og Norðoyggjum í dag
Norðlýsið fekk fína vitjan í dag. Tey flestu av valevnunum hjá Sambandsflokkinum til fólkatingsvalið stukku inn á gátt. Vit kvitteraðu við einum góðum kaffimunni og prát um tað, ið fyriferst her um leiðir.
Fólkatingsval verður júst um eina viku og flokkarnir royna sítt at vinna atkvøður. Sambandsflokkurin hevur ein kampanjubuss og tað riggar væl, at vitja ymsar oyggjar, bygdir og arbeiðspláss.
Í dag vitjaðu tey í Eysturoynni og Norðoyggjum. Tey vórðu øll væluppløgd og klár til fólkatingsvalið. Prátið fall sjálvsagt á fiskivinnuna, tunnilsgjald og Klaksvíkar sjúkrahús. Tosað varð eisini um miðlastuðulin.
Vit kunnaðu um arbeiði, um okkara bløð og eisini seinasta skotið á stammuni – eldrablaðið Fyndin.
Vit á Norðlýsinum eru sera fegin um vitjanina í dag og vóna sjálvsagt, at fáa aðrar flokkar á vitjan.













