Fríggjadagin vitjaðu Sambandsvalevnini hølini hjá Norðoya Sambandsfelag í gamla seglvirkinum
Tey vóru væl mannaði í Sambandsbyssinum.
Sjálvur næst formaðurin, John Dahl, er bussførari og Edmund Joensen, løgtingsformaður- ferðaleiðari.
Tó var formaðurin ikki við í norðoyggjum – hann var upptikið aðrastaðni.
Erika og Betta og aðrar sambandskonur borðreiddu við øllum góðum og eftir eina langa herðferð vóru valevnini svong.
Hølini hjá Norðoya Sambandsfelag eru sera hugnalig og frá mánakvøldinum verður opið hvørt kvøld fram til valið.




