Á seinasta løgtingsvali, 20. januar 2004, bleiv Sambandsflokkurin størstur
við 7.501 stemmum, 580 stemmir frammanfyri næststørsta flokk,
Javnaðarflokkin.
Sambandsflokkurin kom í breiða samgongu og fekk
landsstýrismenn í fíggjarmálum og fiskivinnumálum. Bárður Nielsen og Bjørn Kalsø hava røkt hesar landsstýrissessir fyrimyndarliga.
Men boð eru eftir góðum fólki. Bárður bleiv ‘headhuntaður’ og fekk tilboð
um sera avbjóðandi starv fram um ein hóp av vælkvalifiseraðum umsøkjarum.
Tískil segði hann landsstýrissessin frá sær, hóast hann treivst í hesum
starvi.
So mátti annað fólk finnast í staðin. Tingmanning sambandsflokksins vísti
beinanveg formanninum Kaj Leo Johannesen álit, men hann bar seg undan, tí trygd fekst ikki fyri, at Sambandsflokkurin varveitti tingsessin hjá formanninum.
Á spennandi fundi tað mesta av einum fyrraparti, har nógv nøvn vóru á
skránni, samdist leiðslan í Sambandsflokkinum um at peika á Magna Laksafoss sum nýggjan landsstýrismann. Fá fólk í Føroyum munnu vera so væl kvalifiserað til hetta starvið sum Magni. Magni er útbúgvin cand. polit.
(tjóðar-búskaparfrøðingur) frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur arbeitt innan hetta øki bæði í Føroyum og í Grønlandi. Magni hevur eisini royndir frá nógvum ymiskum greiningum um føroyska og grønlendska búskapin og eisini sum limur í Búskaparráðnum. Tískil er hann sum skræddaraseymaður til starvið sum landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Sum formaður í veljarafelag Sambandsfloksins í Suðurstreymi vil eg hervið
ynskja Magna Laksafoss hjartaliga tillukku við nýggja starvinum og blíðan
byr við hesi stóri avbjóðing.
Sambandsflokkurin tók røttu avgerðina og hetta kemur at styrkja flokkin enn meir. Vilt tú verða við til at styrkja Sambandsflokkin kann tú gerast limur á heimasíðuni www.samband.fo ella ringja á tel. 318870 ella 312492.
Bjarti Thomsen, Nólsoy
Formaður í Føroya Væl, Veljarafelag Sambandsflokksins í Suðurstreymi.




