Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sambandsflokkurin gongur 5% fram sambært nýggjari veljarakanning

John William Joensen

Hetta kundi verið ein yvirskrift um man brúkar tølini frá nýggjastu veljarakanningini líka óseriøst sum Portalurin og In.fo hava brúkt veljarakanningina sum Lógir hevur gjørt fyri Sjúrður Skaale og sum var kunngjørd í vikuskiftinum.

Hetta kundi verið ein yvirskrift um man brúkar tølini frá nýggjastu veljarakanningini líka óseriøst sum Portalurin og In.fo hava brúkt veljarakanningina sum Lógir hevur gjørt fyri Sjúrður Skaale og sum var kunngjørd í vikuskiftinum.

In.fo ber tó prísin við at skriva at heili 87 prosent ynskja ikki Kaj Leo sum løgmann – meðan heili 20% ynskja Aksel V. Jóhannesen sum løgmann???

Portalurin ger eina óhepna samanbering um undirtøkuna sum okkara flokksformenn hava sum stjórnarleiðarar við leiðandi politikarar í grannalondunum. Har eru bara tveir flokksformenn sum hava møguleika at gerast statsleiðarar – orsaka av blokk politikkinum. Í Føroyum er ikki traditión fyri at flokkarnir fara saman í blokk og tí er tað alt eftir hvør samgonga kemur burtur úr, púra opið hvør kann gerast leiðari og tí eru fólk ofta sera flokkstrúgv tá tey peika á løgmansevni.

Fyri eini viku síðan fekk sambandsflokkurin einans 15% av atkvøðunum og nú í feskari kanning far flokkurin 20%??? 

Hetta ljóðar løgið – men tey sum hugdu eftir kanningini hjá Gallup sóu at størra helvtin av mistu atkvøðunum hjá Sambandsflokkinum høvdu nevniliga ikki beinleiðis skift flokk – men søgdu seg ikki vita hvønn tey skuldu velja. Hetta eru fólk sum ikki eru nøgd, men sum tó ikki hava slept flokkinum – og sum til løgtingsval “ofta” vísa seg at verða løtt at fáa aftur í bás hjá flokkinum – sum tey eru misnøgd við.

Løgmaður er tann sum næst-flest føroyingar ynskja sum løgmann – av øllum flokksformonnunum – tað kundi eisini verið ein yvirskrift… Obama hevði umleið 42% av veljarunum aftan fyri seg í nýggjastu veljarakanningini – men tá mugu vit hava við at í USA eru sjáldan meira enn 50% á valið – so tað eru helst ikki meira enn 20% av amerikanska fólkinum sum veruliga stuðla Obama – og soleiðis kunnu vit halda fram við at spinna tølini.

Seinastu veljarakanningarnar eru greiðar at sitandi samgonga hevur í løtuni ikki longur meirilutan av fólkinum aftan fyri seg. Eisini vísa tær greitt at Javnaðarflokkurin stendur seg væl.

Les meira á in.fo um veljarakanningina hjá LÓGIR.

Harleyfacadeacryl