Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sambandsflokkurin hækka rakstrar játtanina til sosial mál 500 mió. seinastu 8 árini

Norðoya Sambandsfelag

Norðoya Sambandsfelag skipaði fyri fundi á Hotel Klaksvík mánakvøldi har væl av sambandshugaðum fólki møtti. Á fundinum greiddi Kaj Leo Holm Jóhannesen, løgmaður, frá politisku málunum sum eru framd hesi tíggju árini Sambandsflokkurin

Norðoya Sambandsfelag skipaði fyri fundi á Hotel Klaksvík mánakvøldi har væl av sambandshugaðum fólki møtti. Á fundinum greiddi Kaj Leo Holm Jóhannesen, løgmaður, frá politisku málunum sum eru framd hesi tíggju árini Sambandsflokkurin


Sambandsflokkurin við ábyrgd í 10 ár.

Á fundinum greiddi Kaj Leo Holm Jóhannesen, løgmaður, frá politisku málunum sum eru framd hesi tíggju árini Sambandsflokkurin undir hansara leiðslu hevði havt ábyrgd av føroyska samfelagnum og teimum avbjóðingum sum stóðu fyri framman.

Løgmaður nevndi millum annað at síðani 2008 er játtanin til sosial mál hækka eina hálva milliard, hóast tað í miðlunum verður ført fram at Føroyar undir leiðslu av Sambandsflokkinum eru minni sosialar.

Tey seks árini Sambandsflokkurin hevur sitið við landsins leiðslu er játtanin til Almannamál, Heilsumál og Mentamál hækka við 382 mió. kr. um vit frárokna Heilsutrygd. Í 2008 vóru hesi øki 72% av rakstrinum av samlaðu fíggjarlógini ( frároknað løgur) og í 2014 eru hesi øki heili 80,8% av fíggjarlógini eftir at vit seinastu árini hava uppraðfest hesi øki. Harafturat hevur Sambandsflokkurin megna at hækka blokkin og løgmaður skeyt upp at øktu inntøkurnar frá prístalsreguleringini átti at verða lagdar beinleiðis oman á pensjónirnar.

Undir orðaskiftinum fekk løgmaður rósur fyri tað støðu sum Føroyar undir hansara leiðslu høvdu tikið í makrelstríðnum, og tann týdning hetta hevur havt fyri føroyska samfelagið.

Bjørn Kalsø, sum júst fyri 10 árum síðan á fyrsta sinni tók við sum landsstýrismaður – tá í fiskivinnumálum – umsitur í dag Mentamál. Hann greiddi á fundinum m.a. frá útbyggingunum hesa tíðina hann hevur sitið við ábyrgd av mentamálum, eitt nú Skúladepilin í Marknagili, Útbyggingarnar á Tekniska Skúla, Skúlanum á Kambsdali, umframt aðrar útbyggingar.

Landsstýrismaðurin greiddi eisini frá nýggju gymnasialu miðnámsskúlaskipanini og broytingum, sum eru gjørdar á yrkisútbúgvingarøkinum umframt nýggjum útbúgvingarmøguleikum á fleiri økjum.

– Ein partur sum ikki hevur fingið stóra rúmd í miðlunum er, at vit tey seinastu árini hava arbeitt nógv við at útvega skúlatilboð til næmingar ung við serligum tørvi. Sáttmálin um rættindi hjá teimum, ið bera brek, sum vit hava tikið undir við ásetir, at øll skulu hava sama rætt til skúla. Her royndu vit ein nýggjan flokk í Hoydølum í fjør fyri fólk innan fyri autismuøkið. Og ætlanin er, at ein flokkur afturat verður skipaður í summar annaðhvørt í Hoydølum ella á Kambsdali alt eftir tørvi. Ætlanin er eisini at skipa fleiri serliga tilrættaløgd skúlatilboð til næmingar við serligum tørvi, har dentur verður lagdur á at næmingarnir fáa eitt heildartilboð við skúla frítíðarvirksemi og búplássi.

– Samstundis arbeiða vit eisini við at menna fólkaskúlan og í tí sambandi leggja størri sjálvræði út á skúlar ella skúlaøki, sum kunnu samstarva og á tann hátt geva næmingum fleiri fjørbroyttari og mennandi tilboð segði Bjørn Kalsø m.a. og staðfesti at hóast næmingatølini í fólkaskúlanum tíverri eru fallandi í løtuni, so hava tað ongantíð áður verið so nógvir næmingar sum hava gingið á miðnámi og til hægri lestur heima í Føroyum enn júst nú.

Avrátt var at hittast aftur til fundar í marsmánað.

Sí eisini viðhefta skjal sum er burtur úr framløguni hjá løgmanni