Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sambandsflokkurin kláraði skerini

John William Joensen

Lokal formennirnir eru ójavnir á málið um hvussu Sambandsflokkurin kláraði seg gjárakvøldið í sjónvarpinum

Absalon í Buð, formaður í Norðoya Fólkaflokksfelag:

***

Eg haldi at Kaj Leo og Johan Dahl sóu gott út – so teir eru klárir at fara niður á Fólkating.

Hinvegin so er Sambandsflokkurin eitt sindur trupul at skilja.

Í samgongu tosað teir nógv fyri sjálvstýri og yvirtøkum og øðrum góðum og hava víst seg ikki at vera bangnir fyri at fremja yvirtøkur á málsøkjum teir sjálvir umsita.

Men tá teir fara í valstríð hálovað teir ríkisfelagsskapinum.

Sambandsflokkurin førur fram at hann vil hava eina fólkaatkvøðu um ríkisrættarligu støðuna, men her haldi eg at flokkurin eisini skyldar at siga hvat hann vil.

Tí eg ivist ikki í at verður ein fólkaatkvøða í 2010, so verður tað eitt greitt noy til loysingina og hvat ætlar Sambandsflokkurin við tí? – Skulu vit so vera eitt Amt í Danmark?

Tjóðveldi og Sambandi vilja so gjarna hava hasa fólkaatkvøðuna – men teir skylda okkum at siga hvat teir vilja við hesum.

Eg haldið generelt ikki at sjónvarpssendingarnar førka nakað sum helst – serliga í tí líkið sum tær eru í løtuni.

Teir sleppa jú ongantíð at viðgera tey veruligu politisku málini.

Men samanumtikið kláraðu teir seg sera væl – men av tí at flokkurin ikki hevur ein greiðan boðskap um hvat hann ætlar so fáa teir ikki fleiri enn tríggja stjørnur frá mær.

Formaðurin í Norðoya Fólkaflokksfelag gevur Sambandsflokkinum tríggjar av fimm stjørnum.

—-

John William Joensen, formaður í Norðoya Sambandsfelag

****

– Jú eg haldi at tað gekk væl hjá formanninum og næstformanninum.

– Teirbáðir kundu verið eitt dansipar – sum tað svingaði.

– Eg haldi at Sambandsflokkurin virkar væl fyri í einum Fólkatingsvalið, tí í veruleikanum er hann einasti flokkurin sum ætlar nakað við Ríkisfelagsskapinum.

– Tað sum kanska slóg í eyguni var at teir báðir Kaj og Dahl virkaðu sera væl fyrireikaðir til sendingina – kanska ov væl fyrireikaðir.

– Teir høvdu so nógv at bera fram at teir næstan stóðu uppi á hvørjum øðrum.

– Um Tríggjar stjørnur eru miðal – so gevi eg fýra stjørnur – tí presentatiónin var betri enn miðal.

– Hinvegin so hevur eingin av politisku flokkunum enn megnað at fingið topp karakter frá mær og tað bíðjar fyribils.

John William gevur Sambandsflokkinum fýra av fimm møguligum stjørnum

——

Signhild Joensen, forkvinna í Norðoya Javnaðarfelag

***!

– Teir kláraðu seg bara væl at fáa boðskapin hjá flokkinum fram.

– Men eg haldi at teir eru alt ov positivir í síni framløgu.

– Hinvegin dugdu teir munandi betur at taklað Øssur Wintereig enn Javnaðarflokkurin.

– Eg haldi at sjónvarpsverturin er sum ein vánaligur fótbóltsdómari. Tá dysturin er liðugur minnist ein meira til tað sum dómarin gjørdi enn tað, sum gekk fyri seg í sjálvum dystinum.

– Eg haldið at boðskapurin hjá Sambandsflokkinum er ov breiður og tað sum teir ætlað sær – er alt ov bláoygt – m.a. við viðvíkjandi einum ríkisráði og føroyskari umboðan í ST.

– Teir kláraðu seg væl men boðskapurin er ikki nóg greiður og tí fáa teir eins nógvar stjørnur sum Javnaðarflokkurin

– Signhild Joensen gevur Sambandsflokkinum tríggjar og eina hálva stjørnu av fimm.

—–
 

Jan A. Joensen, formaður í Norðoya Sjálvstýrisfelag

****

– Eg haldi at sambandsumboðini kláraðu seg betur enn tey hjá Javnaðarflokkinum.

– Teir báðir vóru tryggir og ivaðust ikki tá teir svaraðu.

– Eisini eru teir ymiskir – og sum heild haldi eg at teir kláraðu seg væl.

– Eg haldi eisini at argumentini vóru í lagið.

– Hinvegin so haldi eg ikki at slíkar sendingar flyta nógvar atkvøður – tað er meiri umráðandi at ein ikki dumpar.

– Í Danmark verður metta at slíkar sendingar flyta ikki meira enn 3% av atkvøðunum.

Jan A. Joensen gevur Sambandsflokkinum fýra av fimm stjørnum.

—-

Signy Hansen, forkvinna í Norðoya Tjóðveldisfelag

**

– Eg haldi at Kaj Leo klárar seg ongantíð væl – men John Dahl var heldur fragari.

– Tað er so ótrúliga trupult at argumentera fyri Ríkisfelagsskapinum – og tí haldi eg at Sambandsflokkurin hevði ov lítið at geva.

– Eg haldi heldur ikki at sjónvarpsverturin fekk greið svar frá teimum báðum.

– Tí haldi eg ikki at teir kunnu fáa fleiri stjørnur enn Javnaðarflokkurin.

Signy Hansen gevur Sambandsflokkinum tvær av fimm møguligum stjørnum