Ein veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Dimmalætting vísir, at Sambandsflokkurin hevði fingið 9 tinglimir, um val hevði verið í dag.
Sambandsflokkurin hevði fingið 26,8 prosent av atkvøðunum og 9 umboð í løgtingið um val hevði verið í dag. Hetta er ein framgongd á 3,1 prosent og tvey løgtingsumboð. Tjóðveldisflokkurin hevði fingið 25,4 prosent og 8 tinglimir, Fólkaflokkurin 18,7 prosent og 6 tinglimir, Javnaðarflokkurin 17,5 prosent og 6 umboð. Miðflokkurin hevði havt ta størstu framgongdina og hevði farið úr 5,2 upp í 8,4 prosent av atkvøðunum og hevði fingið 3 umboð á ting. Sjálvstýrisflokkurin hevði fingið 3,2 prosent ímóti 4,6 prosentum á seinasta vali, og flokkurin hevði tí ikki fingið nakað umboð valt á Føroya Løgting, vísir veljarakanningin hjá Gallup.




