Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin ikki samdir innanhýsis

John William Joensen

Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini vísir aftur at hann skal hava broytt meining um eina almenna uppboðssølu av loyvum. Eg eri sannførdur um at ein almenn uppboðsøla av fiskiloyvum er eitt sera ivasamt eksperiment sum neyvan gagnar vinnuni ella veiðumanninum. Hinvegin eri eg nú vorðin sannførdur um at neyðugt verður at lóggeva í minstalagi 50% av tí sum fiskað verður um eina uppboðssølu, tí sera trupult er hjá virkjum sum ikki eiga skip at fáa hendur á rávøru og harafturat er vandi fyri at prísirnir ikki eru nóg gjøgnumskygdir.

Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini vísir aftur at hann skal hava broytt meining um eina almenna uppboðssølu av loyvum. Eg eri sannførdur um at ein almenn uppboðsøla av fiskiloyvum er eitt sera ivasamt eksperiment sum neyvan gagnar vinnuni ella veiðumanninum. Hinvegin eri eg nú vorðin sannførdur um at neyðugt verður at lóggeva í minstalagi 50% av tí sum fiskað verður um eina uppboðssølu, tí sera trupult er hjá virkjum sum ikki eiga skip at fáa hendur á rávøru og harafturat er vandi fyri at prísirnir ikki eru nóg gjøgnumskygdir. Á landsfundinum fanst Bjørn Kalsø at flokksfeløgunum fyri at hava hug at fjeppast uppi í fiskivinnupolitikkinum hjá Javnaðar-, og Tjóðveldisflokkinum har ætlanin sambært honum var á úrskriva stór tilfeingisgjøld og stovnseta eina almenna uppboðsølu. Hann helt heldur ikki at fiskivinnupolitikkurin hjá Fólkaflokkinum kundi brúkast men eftirlýsti at Sambandsflokkurin fann síni egnu bein at standa á.

Eisini aðrir tinglimir í løgmansflokkinum vóru ikki serliga heitir fyri at senda stórar rokningar út til vinnuna.

Í vikuni meldaði formaður Sambandsflokksins út at uppskotið um nýggjan fiskivinnupolitikk skuldi ikki í løgtingið fyrr enn breið semja var í løgtinginum, og við hesum meinti løgmaður at í minsta lagiðskuldi Javnaðarflokkurin verða við í semjuni.

Men spurningurin er um hetta er nóg mikið ella um møguleiki í heila tikið er at finna eina slíka breiða semju, tí í minstalagið tveir tinglimir í Javnaðaflokkinum ”1/3” eru sera ivasamir umuppboðsølu av veiðuloyvum.

Líkamikið um onkur tinglimur í Sambandsflokkinum kundi hugsa sær eina avtalu um fiskivinnupolitikkin við flokkunum sum mannaðu makrelsamgonguna, so er hetta neyvan ein veruligur møguleiki. Verður uppskot um eina umfatandialmenna uppboðsølu lagt fyri tingið verður tað neyvan nakar stórur meiriluti í trýstir á ja knøttin.

Skal nøkur semja finnast um eina nýskipan av fiskivinnuni undan valinum er neyvan sannlíkt at hon verður gjørd uttan fyri verandi samgongu, tí seinastu veljarakanningarnar geva hvørki Javnaðarflokkinum ella Tjóðveldi orsøk til at slaka fyri at finna semju saman við samgonguflokkunum.