Tað er ikki á hvørjum degi, at Sambandsflokkurin og Tjóðveldi hava felags tíðindafund, men tað hendi á Gamla Apoteki í morgun kl. 9.
Klokkan 9 í morgun høvdu Sambandsflokkurin og Tjóðveldi felags tíðindafund á Gamla Apoteki, har greitt varð frá einum felags tiltaki, sum flokkarnir skipa fyri uppundir valið.
Tiltakið er skipað soleiðis, at báðir flokkarnir hava hvør sín buss, sum ferðast kring landið, og á nøkrum plássum verður skipað fyri hólmgongum millum partarnar.
Fundarstøð og -tíð
Fríggjakvøldið 11/1 kl. 20.00-22.00 í Skálanum í Klaksvík
Leygarkvøldið 12/1 kl. 20.00-22.00 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
Týskvøldið 15/1 kl. 20.00-22.00 í VB húsinum í Vági
Hóskvøldið 17/1 kl. 20.00-22.00 í Læraraskúlahøllini í Tórshavn
Skrá fyri hvønn fundin:
00 Byrjan
15 Toru-tala 1
25 Sangur/skemt
30 Talv-kjak 1
40 Sangur/skemt
45 Risarnir í hornatøkum
65 Drunnstátturin verður sendur millum flokkarnar
70 Talv-kjak 2
80 Sangur/skemt
85 Negld føst
105 Sangur/skemt
110 Toru-tala 2
120 Tjóðsangurin og endi
Byrjan
Við byrjanini av fundinum verður greitt frá, hvat fer at henda restini av kvøldinum. M.a. at spurningar kunnu setast til flokkarnar við at fara til skrivararnar – so verða teir settir seinni um kvøldið (negld føst).
Toru-tala
Tíð: 3 min hvør luttakari (tilsamans 6 min. hvørja ferð)
Ein røðari frá hvørjum flokki sleppur at halda eina toru-talu. Evnið er frítt – røðarin velur sítt egna evni.
Talv-kjak
Tíð: 5 min hvør luttakari (tilsamans 10 min. hvørja ferð)
Tveir debatørar sita yvir fyri hvørjum øðrum við einum talv-uri millum sín. Teir hava sjálvir avtalað evnið millum sín og hava síðan fimm minuttir til at framføra síni sjónarmið. Fyri at taka orðið av hinum kann man trýsta á talv-urið. Tilsamans tekur hvørt umfarið 10 min.
Risarnir í hornatøkum
Tíð: ca. 2,5 min hvør luttakari (tilsamans 20 min. hvørja ferð)
4 luttakarar úr hvørjum flokki stoyta saman í einum heitum kjaki um eitt valt evni. Innleggið verður uml. 2 min. frá hvørjum flokki.
Negld føst
Tíð: ca. 3 min hvør luttakari (tilsamans 20 min. hvørja ferð)
3 luttakarar úr hvørjum flokki verja sjónarmiðini. Spísku spurningarnir verða settir av mótpartinum. Teir kunnu vera innkomnir á fundinum ella fyrireikaðir frammanundan.
Evnini til toru-talurnar og talv-kjakini koma t.d. at vera:
• Útbúgving og gransking
• Búskapur og búskaparstýring
• Altjóðagerð og E.S.
• Kvinnur og javnstøða
• Ungdómur
• Vinnulív og vinnupolitikkur
• Hørð ella bleyt virðir? – Vælferð
• Økismenning
• Loysing ella samband




