Formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, Jákup Mikkelsen, vísir uppá tað harðasta útsagnirnar hjá løgmanni og formanninum í fíggjarnevndini um heilsuverkið frá sær.
Formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, Jákup Mikkelsen, vísir uppá tað harðasta útsagnirnar hjá løgmanni og formanninum í fíggjarnevndini um heilsuverkið frá sær.
– Lat meg gera púra greitt at Sambandsflokkurin sleppur ikki at niðurleggja smáu sjúkrahúsini. Samgongan arbeiðir við at definera Heilsuverkið og í hesum sambandi hvar tær ymisku viðgerðirnar í Heilsuverkinum skulu verða.
– Útsagnirnar hjá Løgmanni og Bárður Nielsen eru als ikki í tráð við tað sum samgongan arbeiðir við og eru sera óhepnar. Tær mugu tí standa fyri teirra egnu rokning tí hetta er sum sagt als ikki í tráð við tað sum samgongan hevur sett sær fyri og arbeiðir við, sigur Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólki Fólkaflokksins.




