Sambandsflokkurin er ikki nakar múgvandi flokkur. Tað vísir gjøgnumgongdin hjá Norðlýsinum av roknskapunum hjá politisku flokkunum í Føroyum. Sambandsflokkurin hevur soleiðis hvørjaferð val hevur verið havt hall í roknskapinum, og síðan verður eitt sindur av ogn bygd uppaftur.

Soleiðis er eisini hesi seinastu árini. Í 2013 hevði Sambandsflokkurin eitt avlop á rakstrinum uppá 225.000 krónur. Árið frammanundan í 2012 var avlopið 164.000 krónur. Um flokkurin hevur eitt tilsvarandi avlop í ár, so hevur Sambandsflokkurin eitt avlop á roknskapinum uppá trý ár uppá umleið 600.000 krónur.
Hetta er tó ikki nokk til at vinna útreiðlsurnar til val innaftur, tí hyggja vit eftir úrslitinum fyri 2011 sæst, at Sambandsflokkurin hevði eitt hall uppá 878.000 krónur. Í roknskapinum fyri 2011 sæst eisini, at valið kostaði flokkinum 1,1 mió.kr.
Inntøkurnar hjá Sambandsflokkinum hava seinastu árini ligið um eina millión um árið, og helmingurin av hesum eru brúkar til lønir til floksskrivstovuna.
Inntøkurnar hjá Sambandsflokkinum hesi seinastu fimm árini eru samansettar soleiðis, løgtingsstuðul 2,7 mió.kr., løgtingsstuðul til floksskrivstovuna 1,2 mió.kr. og stuðul frá fólkatinginum 0,8 mió.kr. Samlaðu inntøkurnar frá 2009 – 2013 hava sostatt verið 4,7 mió.kr.
Við árslok 2010 undan valinum í 2011 átti Sambandsflokkurin 800.000 krónur á bók tøkar at brúka. Í dag eigur flokkurin 400.000 krónur tøkar at brúka, og verður úrslitið í ár á sama støði sum undanfarin ár, kann væntast at Sambandsflokkurin kemur at brúka 20 % minni til valútreiðlsur næstu ferð.