Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at byggja nýggjan Húsarhaldsskúla í Klaksvík.
Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at byggja nýggjan Húsarhaldsskúla í Klaksvík.
”Um tíðarætlanin skal halda og nýggjur Húsarhaldsskúli standa liðugur í 2019, so mugu fyrireikingarnar gerast meira ítøkiligar beinanveg.” Tað sigur Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, sum vegna Sambandsflokkin hevur lagt uppskot fyri løgtingið, um at byggja nýggjan Húsarhaldsskúla í Klaksvík. Skotið verður eisini upp at játta 0,5 mió. kr. á fíggjarlógina fyri 2017, og 17,5 mió. kr. tvey tey næstu árini.
Roknað verður við, at ein nýggjur Húsarhaldsskúli fer at kosta 36 mió. krónur. Klaksvíkar Kommuna hevur givið bindandi tilsøgn til sjálvsognarstovnin fyri Húsarhaldsskúlan um at gjalda helvtina av byggikostnaðinum. Í lógaruppskotinum sum Sambandsflokkurin hevur lagt fram verður lagt upp til, at landið skal gjalda hina helvtina av kostnaðinum.
Á vári í 2014 setti undanfarna landsstýrið bygginevnd, sum beinanveg fór undir at fyrireika byggingina við at gera drúgva og neyva byggiskrá.
Byggiskráin varð liðug í 2015, og arbeitt hevur verið síðani við ætlanum um at byggja nýggjan Húsarhaldsskúla. Enn eru tó eingir pengar settir av, og einki lógargrundarlag lagt fyri Tingið, sum tryggjar at farast kann undir endaligu fyrireikingarnar at byggja. Tí hevur Sambandsflokkurin nú lagt uppskot fyri tingið um hetta.
Ætlandi fer skúlin at standa liðugur í 2019.
Til ber at lesa lógaruppskotið og fylgiskjøl við at trýsta her




