Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sambandskempa 60 ár

John William Joensen

Í dag heldur formaðurin í Kommunufelagnum, Asbjørn J. Djurhuus í Tjørnuvík, 60 ára føðingardag.

Asbjørn J. Djurhuus hevur sitið 20 ár sum bygdaráðslimur, fyrst í Haldarsvíkar Kommunu og síðan í samanløgdu Sunda Kommunu. 

Sæt eitt tíðarskeið á tingið sum varamaður hjá Bárður Nielsen. 

Hann er reiðari hjá Norðsøka og starvast hjá P/F Bátafisk á Eiði. 

Eisini er hann fastur fúsur í kenda Kingobólkinum í Tjørnuvík.

Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Tjørnuvík frá kl. 20.

Asbjørn er sambandsmaður um ein háls og hevur eitt sera lætta lindi.

Hann hevur altíð havt sera góð evni at seta orð á tað sum tann vanligi maðurin hugsar. 

Hann dámar væl at skjóta eftir tí sokallað "lærda fólkinum í Føroyum" og í morgun tá vit hittu fødselarin á málið hevði hann sum vanligt ein viðkomandi komentar.

– Tað er fantastiskt sum hetta lærda fólki dugur at snúgva sær. Í morgun bórust tíðindi um at ein av stóru bankunum hevði met stórt hall – fleiri hundra milliónir! – Álíkavæl fegnast leiðslan um ein fram úr góðan ‘grundrakstur’, segði Asbjørn skemtandi við einum ‘glimti’ í eygunum.

Tillukku Asbjørn

jwj

 

Harleyfacadeacryl