Sum skilst, so hevur gingist hampuliga hjá Sambandsfelagnum at fáa valevni hesaferð.
John William Joensen, formaður í felagnum sigur, at striltið hevur gingið at fáa kvinnur á listan. Á listanum hjá Sambandsflokkinum í Norðoyggjum eru í løtuni: John William Joensen, John Kári Jacobsen, Bjørn Kalsø, Magni Laksafoss, Erika Elttør og Karl Olgar Joensen. Leggjast skal afturat, at listin enn ikki er endaliga góðtikin av felagnum, so broytingar kunn koma fyri.




