Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sambandsmaður? Ja! 100%!

Oliver Joensen

Mín sambandsmaður hevur aldrin verið í nøkrum skápi. Havi altíð verið brennandi sambandsmaður. Men fullveldið er fortreytin fyri sambandinum

Sjúrður Skaale

Eg skal ikki blíva við at troytta fólk við orðaskiftinum millum meg og Magna Laksáfoss, men eg kenni meg kortini noyddan at rætta nøkur ting.
Magni Laksáfoss hevur ein góðan eginleika: Hann er óførur at seta fokus á ymist, sum tann politiska skipanin annars hevur lyndi til at ignorera.
Fyrst og fremst er talan um búskaparlig viðurskifti, men hann hevur eisini ótroyttiliga roynt at hildið okkara støðu í Europa á politisku dagsskránni. Tað skal hann eiga rós fyri, tí tað er átroðkandi, at vit gerast partur av tí tætta samstarvi, sum í dag er millum at kalla øll hini londini í Europa.
Magni fer kortini í so langt tá hann sigur, at ”Sjúrður Skaale er heitur talsmaður fyri føroyskum ES-limaskapi og heldur, at hetta er leiðin, ið kann menna Føroyar.”
Men Magni fer hinvegin í so stutt tá hann sigur, at eg havi ein “innara sambandsmann”.
Tí mín sambandsmaður hevur aldrin verið inni í nøkrum skápi! Hann hevur altíð staðið úti í ljósinum! Eg eri og havi altíð verið brennandi sambandsmaður!

EFTA
Eg haldi tað vera púra avgerandi, at vit koma okkum uppí tætt og bindandi samstarv við onnur lond. Men beinleiðis ES-limaskapur er ikki besta loysnin. Tað, vit eiga at fara eftir, er ein felagsskapur, har Noreg, Ísland og Føroyar standa saman, og hava felags avtalur um tætt samstarv við ES.
Hesin felagsskapur hevði í fyrsta lagi umboðað eitt veldugt havøki og veldug virði.
Í øðrum lagi høvdu í hesum felagsskapi verið tjóðir, sum líkjast nógv, bæði mentanarliga, málsliga, vinnuliga og søguliga. Vit høvdu, so at siga, ”kent okkum heima” í hesum felagsskapi.
Alt hetta hevði gjørt ein slíkan felagsskap ógvuliga sterkan.
Og tað besta er, at hesin felagsskapur skal ikki uppfinnast av nýggjum. EFTA er longu til, og EFTA hevur eina góða avtalu við ES. Í teirri løtu vit gerast EFTA-limur og partur av avtaluni við ES, hava vit henda felagsskap.
Men fortreytin fyri at fáa hetta tætta sambandið við grannalondini og ES er, at vit hava fullveldi.
Við føroyskum fullveldi gerast vit eisini partur av tí sera tætta og góða sambandi og samstarvi, sum er millum øll tey norðurlendsku londini. Tvs. at vit fáa eisini nærum somu rættindi í Danmark og Svøríki, sum vit hava í dag.

ES
ES er á flestu økjum eitt fyrimyndarligt samstarv millum lond, sum hevur skapt einastandandi búskaparligan vøkstur, stabilitet og frið í Europa.
Men ES er ein cocktailur av ymiskum mentanum, málum, religiónum, búskapum, fólkasløgum og søguligum royndum.
Og ES er eisini ein ógvuliga stórur felagsskapur, har tað krevur velduga umsitingarorku at vera við.
Føroyar verða í hesum høpi sera smáar og sera veikar.
Hinvegin: Hendir tað, at Noreg ella Ísland fer inn í ES, og tað harvið ikki ber til at skipa tað, sum onkur hevur kallað eitt ”norðuratlantiskt OPEC” – ja, so eiga Føroyar sjálvsagt eisini at gerast limur í ES.
Men eisini her er fullveldið fortreytin fyri sambandinum.

Eingin limaskapur uttan fullveldi
Magni heldur, at Føroyar eiga at gerast ES-limur uttan fullveldi.
Men tað ber ikki til. Og tað er ikki ”ómegdartos” at siga, at tað ikki ber til. Tað ber bara ikki til. ES er ein klubbur fyri statir.
Vit kunnu – kanska – sleppa at umboða Danmark í EFTA. Men vit kunnu hvørki umboða Føroyar ella Danmark í teirri EBS-avtalu, sum EFTA londini hava við ES.
Uttan fullveldi kunnu vit bara gerast ”limur” í ES, um limaskapur Danmarkar verður víðkaður til eisini at fata um Føroyar. Og ta loysnina eru tað sera fá, ið ynskja.
Skulu Føroyar umboða seg sjálvar í europeiska samstarvinum uttan at hava fullveldi, mugu bæði Danmark og EFTA og ES fyrst broyta sínar viðtøkur.
Og tað er fullkomiliga ósannlíkt.
Í staðin fyri at royna at fáa umheimin at broyta seg fyri at vit skulu passa inn, eiga vit at fremja broytingar heima hjá okkum sjálvum. Vit eiga at yvirtaka uttanríkismál, verjumál, útlendingamál, loftferðslumál, persóns- og familjurætt, løgreglu, rættarskipan, gjaldoyramál, fíggingarvirksemi og ríkisborgararætt.
Tá hesar yvirtøkur eru framdar, kunnu vit skipa okkum sum sjálvstøðugt land – og knýta tætt samband við onnur lond.
Leiðin til sambandi gongur gjøgnum fullveldi. At stríðast ímóti fullveldinum, er at stríðast ímóti sambandinum.

Vís teg sum sambandsmann
Samanumtikið: So leingi vit ikki taka fullveldi, er sera ósannlíkt at vit kunnu vera við í samstarvinum í Europa. So leingi við hanga føst í heimastýrinum, verða vit standandi í ongamannalandi.
So tá Magni sigur seg vera sambandsmann, so haldi eg, at hann skuldi víst tað í verki: Hann skuldi tikið undir við føroyskum fullveldi!