Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sambandsmenn samdir um nýggjan fiskimálaráðharra

Oliver Joensen

Úr høvuðsstaðnum frætta vit í kvøld, at sambandsflokkurin er vorðin samdur um hvønn flokkurin fer at peika løgmanni á at seta sum nýggjan fiskimálaráðharra.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa at vita frá sambandsflokkinum, hvønn flokkurin fer at mæla til. Tað einasta sum formaðurin í Norðoya Sambandsfelag vil siga er, at navnið á nýggja fiskimálaráðharranum verður kunngjørt í morgin kl. 9.00.
Tað kann væl henda at tað er Bjørn Kalsø, sum er farin avstað við sigrinum. Norðlýsið veit frá ymsum keldum, at Bjørn hevur ligið rættuliga ovarliga í metingunum hjá tingmanningini hjá Sambandsflokkinum, so okkara boð í skrivandi stund er, at Bjørn Kalsø verður nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Undirstrikast skal tó, at vit hava ikki fingið tíðindini váttaði, men hava bert fingið ábendingar.