Hóskvøldið 15. September kl. 19.30 byrjar Sambinding aftur á Klaksvíkar bókasavni.
Sambinding er eitt integratiónsátak ætlað bæði tilflytarum og ”innføddum” føroyingum sum eitt høvi at hittast og at binda okkum saman við hugnaligari samveru og práti. Øll eru vælkomin – við og uttan stokkar. Luttøkan er ókeypis, og tilmelding er ikki neyðug. Kaffi, te og køkur verða at fáa.
Átakið er skipað sum eitt samstarv millum Klaksvíkar bókasavn, Reyða Kross og Hvussu kunnu vit hjálpa.
Sambinding í Klaksvík verður eitt hóskvøld um mánaðin. Fyrsta sambindingarkvøldið á Klaksvíkar bókasavni verður komandi hóskvøld 15. septmeber kl. 19.30 til 21.30. Aðru ferð verður hóskvøldið 27. oktober, og triðju ferð verður hóskvøldið 24. novmber. Síðani verður ein steðgur til í januar.




