Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sambýlið á Heygnum 10 ár á baki

Oliver Joensen

Leygardagin var so opið hús á Sambýlinum á Heygnum, sum var einasta av sínum slag í Føroyum, tá tað var vígt fyri 10 árum síðani.

Leygardagin var so opið hús á Sambýlinum á Heygnum, sum var einasta av sínum slag í Føroyum, tá tað var vígt fyri 10 árum síðani.

Saman við Sambýlinum á Heygnum, vóru eisini tær 24 eldraíbúðirnar omanfyri, sum vóru partur av projektinum, framvístar tá.

Helnabrekkuætlanin var stór, tá hon kom fram, har skuldi í veruleikanum vera ein eldrabýlingur við handli kafeteria og øðrum. Síðani vígsluna fyri 10 árum síðani, er framhaldandi lagt afturat Helnabrekkuætlanini, við tað at Ven og Virka er komið sum ein partur av førleikamenningini av teim eldru og eisini er hølið fyri fólk í aldrinum 60+ latið upp, har nógv virksemi hevur verið higartil.

Tá sambýlið varð bygt, varð tosað um, at fólk, ið høvdu sín førleika skuldu flyta inn har, tí hetta skuldi ikki vera nakað røktarheim. Men tað vísti seg skjótt, at tørvurin fyri plássum til fólk sum kravdu nógva røkt var sera stórur, so vit kunnu siga, at sambýlini ídag virka sum røktarheimslíknandi stovnar. Hetta orsakað av stóra røktarheimstørvinum.

Vit skulu hava í huga, at tað er stutt síðani at tey gomlu í samfelag okkara yvirhøvur fingu nakað tilboð frá tí almenna á lívskvøldinum. Menningin av umsorganini av teim eldri hevur ikki staði í stað hesi 10 árini. Farið er undir at byggja nýtt nýmótans røktarheim niðanfyri sjúkrahúsið, og ikki minst ger Ven og Virka eitt stórt arbeiði fyri at førleikamenna tey gomlu, fyri at tey kunnu vera før fyri at búleikast í egnum heimum so leingi sum yvirhøvur ber til.

Marna Ellingsgaard, sjúrkrafrøðingur er leiðari á Sambýlinum á Heygnum og Sambýlinum í Bøgøtu. Marna helt røðu á 10 ára degnum hjá Sambýlinum á Heygnum.

Vit prenta røðuna niðanfyri:

10 ár er long tíð, men hesi árini hava allíkavæl gingið sera, sera skjótt.

Eg minnist væl, at eg var her, tá húsið varð vígt. Tá vardi tað meg ikki, at hetta hús nøkur ár seinni m.a. fór at verða mítt arbeiðspláss.

Sum tey flestu av tykkum helst vita, so búgva 16 fólk í Sambýlinum á Heygnum. Hesi 10 ár hava tilsamans 46 fólk búð her í styttri ella longri tíðarskeið. Ein er flutt heim aftur, men 29 av teimum eru ikki millum okkum longur. Tey eru farin.

At tíðin gongur skjótt er nakað sum eisini Dávid kongur var m.a. upptikin av. Tað er hann sum sigur, 70 ár er æviskeið okkara, og um mikil er megin áttati ár .. tíðin rennur, og vit flúgva avstað. Og so leggur hann afturat At telja várar dagar tú okkum læri, at vit mega vísdóm í hjartanum fáa, stendur í Sálmi 90.

Gáa vit ikki um tímar, dagar og vikur, so er lívið brádliga farið framvið, uttan at vit heilt varnaðust tað. Tilvitan um, at vit ikki altíð skulu vera her, ger okkum vís, tí hon kann fáa okkum at hugsa um ævinleikan.

Sambýlið á Heygnum er tengt at nógvum kenslum.

Fyri tey flestu búfólk er tað við blandaðum kenslum, at tey flyta inn á ein stovn at búgva.

Sama ger seg galdandi fyri avvarðandi. Tey eru ofta rættuliga glað fyri at tey endiliga fingu ein lætta, men høvdu heldur ynskt, at tað ikki gjørdist neyðugt hjá teirra kæru at flyta úr sínum heimi.

Hjá okkum starvsfólkum er tað ein spennandi avbjóðing, tá nýggj fólk flyta inn, at gera alt tað, sum stendur í okkara makt, fyri at tey skulu trívast.

Tað kann vera hart at síggja, at sjúka rakar, sum vit ikki kunnu steðga. Men vit royna tað vit kunnu fyri at linna.

So skal eisini sigast, at her eru eisini nógvar stuttliga løtur. Her verður nógv grinið, her verður nógv sungið, og nógvar bøkur eru lisnar gjøgnum árini.

Síðani fari eg at hava eitt lítið interview við Miebeth Jacobsen, sum hevur búð her síðani sept. 2003. Eftir tað fer Óluva Frederiksen, dóttur Jastrid og Jákup Frederiksen, at siga nøkur orð um tað at vera avvarðandi her í húsinum.

Síðani kemur Elsa Joensen, heilsuhjálpari, sum hevur arbeitt á Sambýlinum á Heygnum øll árini, at siga eitt sindur um sítt arbeiði.

Unn og Jón Absalon Østerø fara eisini at syngja 2-3 sangir.