Tað hevur verið stórur saknur í, at ongin elevator var í stóra Sambýlinum á Heygnum, serstakliga nú Smæran hevur inrætta seg í kjallarahæddini.
Tað eru teir báðir Tórleiv Clementsen og John Lindberg frá stóru fyritøkuni Kone, sum í hesum døgum eru í ferð við at seta nýggja elevatorin upp.
Frá byrjan av var ætlanin, at Sambýlið á Heygnum skuldi hava lift ímillum hæddirnar. Skaktin til liftina bleiv eisini gjørd, men sjálv liftin bleiv spard burtur.
Nú eru menn so í ferð við at seta eina nýggja lift upp, tað er Hans Hendrik Mikkelsen, verkfrøðingur, ið hevur eftirlitið við arbeiðinum.




