Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sambýlið at virka

John William Joensen

Sum sæst aðrastaðni í blaðnum, so var ein fyrispurningur frá Jógvan við Keldu í tinginum mikudagin.

Landsstýrismaðurin svaraði spurninginum og í svarinum verður sagt, at sambýlið undir Kráarbrekku fer í gongd fyrst í mars mánaða.
Sambýlið undir Kráarbrekku hevur verið ein tungur burður. Sigast má tó, at hetta er eitt sera áhugavert projekt og at tilrættarlegging og bygging hevur gingið sera væl. Tó eru ymisk onnur ting av meira løgna slagnum.
Fyrsta skerið, sum Sambýlið ella Kráarbrekkuætlanin hitti á síni leið, var tá tað kom fram at ætlanin, orsakað av at tann sum bygdi var ein sjálvsognarstovnur, ikki fekk MVG-ið aftur. Hvussu nógv hetta kostaði projektinum er ikki greitt, men ljóðað hevur at talan skuldi vera um einar 5 til 7 milliónur krónur.
Nú sambýlið stendur liðugt og skal fara ígongd, sær út til at onki sum helst er gjørt tilreiðar frá tí partinum sum skal reka sambýlið, nevniliga Trivnaðarráðið við Páll á Reynatúgvu, landsstýrismanni á odda.
Ein lýsing kom í høvuðsstaðarpressuna, sjálvandi, um setan av leiðara til sambýlið í Klaksvík. Tá hendan hevði staði í bløðunum, hendir tað løgna, at landsstýrismaðurin steðgar lýsingini, tí hann sigur, at her skal als ongin leiðari setast.
Øll hini sambýlini í landinum hava ongan settan leiðara burturav og tí sá landsstýrismaðurin helst fyri sær, at um so var at ein leiðari skuldi setast í Klaksvík á sambýlinum undir Kráarbrekku, ja, so skuldi ein leiðari helst eisini setast á sambýlið við Bøgøtu og øll hini sambýlini í landinum og tað hevði valla verið bíligt fyri Trivnaðarráðið.
Men tað má undra mangan, at landsstýrismaðurin als onki veit um lýsing eftir einum leiðara, ið landsstýrismaðurin sjálvur skal hava ábyrgdina av. Her er nakað sum ikki ruggar rætt, tí óivað hevur landsstýrismaðurin vita at sambýlið var liðugt, ella hvussu?