Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samd um ikki at koyra Heina út

John William Joensen

Heidi Petersen, løgtingskvinna hjá Tjóðveldinum avsannar tíðindi í Norðlýsinum

– Vit vóru fult samd í tingmanningini og aðalstjørnini at tað kemur ikki uppá tal at tveita Heina út úr flokkinum.

– Tí skilja vit als ikki tíðindini í Norðlýsinum, segði Heidi Petersen í stuttari viðmerking.

Heini ikki partur av samgonguni?
Hóast flokkurin avsannar at Heini O. Heinesen er útihýstur so er tíðindaskrivi frá flokkinum eitt beinleiðis álop á tingmannin úr Norðoyggjum har hann verður lagdur undir at undirgrava gjørdar avtalur:

"….Støðan har einstakir tinglimir undirgrava gjørdar avtalur, kann ikki halda fram, tí hetta elvir til ov stóra órógv og vantandi virkisføri í landsstýri og á løgtingi…."